Leikurin um Kardumummubýin hevur fyrr verið at sæð í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað var í 1987. Nú, 17 ár seinni, er leikurin tikin framaftur, og ætlandi verður hann at síggja síðst í hesum mánaðinum.
Tey í sjónleikarafelagnum siga, at søgan um Kardumummubýin er ein klassikari, sum væl tolur at verða sýndur fleiri ferðir.
? Tað eru nú 17 ár, síðani hann seinast varð sýndur, og tey, sum tá vóru børn, hava kanska sjálvi fingið børn í dag. Søgan er so mikið góð og kend, at vit halda, at tey børnini, sum eru fødd síðani seinastu sýning, eisini skulu sleppa at hyggja at honum. Søgurnar hjá Thorbjørn Egner eru so mikið nógv lisnar, at tað ger einki um tær koma fram aftur sum sjónleikur eisini, siga tey í Sjónleikarhúsinum.
Stórur áhugi
Leikararnir eru eitt blandað lið av vaksnum og børnum, royndum og óroyndum sjónleikarum. Eini 30 leikarar eru tilsamans.
Enn er tó ikki fastsett hvussu nógvar sýningarnar verða í tali.
? Tað veldst um áhugan. Higartil hava vit mett eini 10-15 sýningar. Men taka vit leikin um Pippi, so vóru 55 sýningar av honum, og Pinocchio var framførdur 33 ferðir, tí áhugin var so stórur. Tað er veruliga stórur áhugi fyri barnaleiki í Føroyum, so vit fáa at síggja hvussu tað verður, siga tey á Sjónleikarhúsinum.
Tey siga, at tað er so óalmindiliga stuttligt at spæla fyri børnum. Børnini gerast ein partur av leikinum á ein heilt annan hátt enn tey vaksnu gera, tí tey liva seg so nógv inn í leikin.
At tey valdu at fara undir at seta leikin uppaftur, var sostatt eisini fyri at geva børnunum eina øðrvísi uppliving.
? Vit vilja gjarna vísa børnunum á, at tað eru onnur ting í lívinum enn sjónvarpið, staðfesta tey í sjónleikarafelagnum at enda.
Tað er Elin á Rógvu, ið leikstjórnar leikinum.