Fríggjakvøldið 29. oktober kl. 19 verður fyrsta framførsla av barnaleikinum ?Fólk og dólgar í Kardamummubýnum? í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Hetta er aðru ferð, at leikurin verður framførdur í Sjónleikarhúsinum. Leikurin varð seinast sýndur í 1987, og fekk hann tá góða undirtøku millum fólk, bæði børn og vaksin - og kanska dólgar við.
Søgan um Kaspar, Jaspur og Jónatan, Suffíu mostir, Bastian politimeistara, Tobias í torninum, Kamomillu, Remo, Tommy og øll hini fólkini í Kardamummubýnum er ein klassikari, sum hevur verið framførdur um allan heim - og ein klassikari, sum væl kann verða framførdur aftur.
Kendi norski rithøvundurin Thorbjørn Egner hevur skrivað bókina um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Harumframt hevur hann latið mangt annað úr hondum - serliga kendar eru søgurnar um Karius og Baktus, Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum og Djóragóða. Vit eru so heppin at hava hesar bøkurnar á føroyskum. Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur givið tær út.
Eini 40 fólk eru við í leikinum - bæði á palli og handan pall - og millum teirra eru fleiri kend og fleiri minni kend andlit. Tað er Elin á Rógvi, sum leikstjórnar, og hevur Elin hollar royndir innan barnaleik - bæði sum leikari og leikstjóri. Elin leikstjórnaði í 2002 barnaleikin um Kúlla Knút, umframt at hon leikstjórnaði Leikhúsjól 2003.
Jenny C. Petersen og Eyðun Johannsen hava týtt leikin um fólk og dólgar í Kardamummubýnum til føroyskt.
Høvuðsleiklutirnar sum dólgarnir hava ávikavist Nikolaj Falck, Finnur Jensen og Hjálmar Dam. Bæði Nikolaj og Finnur hava roynt seg á palli í Sjónleikarhúsinum áður, men hetta er fyrsta royndin hjá Hjálmari. Leiklutinum sum Suffía mostir hevur Katrin L. Mortensen, og leiklutirnir sum Bastian politimeistari og Tobias eru mannaðir við so royndum leikarum sum Jógvani E. Ósá og Jógvani Salamon Joensen.
Anna Sofía Egilstrøð - sum eisini er mostir - hevur sniðgivið pall og búnar, og Tove Askham hevur málað Kardamummuteppið.
Hóast leikurin hevur verið framførdur áður, hevur Havnar Sjónleikarfelag valt at taka leikin upp aftur, tí nú er eitt heilt nýtt ættarlið av børnum í Føroyum, sum eisini skal fáa høvi at síggja hann. Tað unna vit teimum so hjartaliga. Leikurin er ein barnaleikur, men tá um Kardamummubý ræður, eru vit øll børn, og leikurin er fyri øll.
Atgongumerki á 100 kr. eru at fáa í Kunningar-stovuni og í Sjónleikarhús-inum 1 tíma undan sýning.