Felagið er ein leivd frá bólkinum, sum árliga hevur fyriskipað FM í karaoke og síðani sent vinnarar avstað til onnur lond at kappast um HM í karaoke.
Nú er so nýtt felag sett á stovn, og siga nevndarlimirnir,at hetta kemst av, at kappingin nú hevur fingið nýtt skap, soleiðis at hon komandi árini gerst størri og fer at flyta seg runt í allar heimspartar. Árið 2014 verður HM í Goa, India. Felagið ynskir framhaldandi at luttaka, men tá kappingin gerst størri og flytur seg enn longur burtur, er umráðandi at tilrættisleggja ætlanirnar og onnur praktisk viðurskifti, so sum fígging, samskipan av høli og annars kappingina sjálva, sum skjótast. Tí er felagið sett á stovn, í tráð við at kappingin hækkar støðið, og útreiðslurnar eru fleiri.
Nevndarlimir í felagnum eru Andrass Thomsen, formaður, Kenneth Hovgaard Djurhuus, næstformmaður og Gurli Tumamsardóttir Niclassen.
FM í karaoke byrjar við innleiðandi umførum kring landið. Finaluluttakararnir verða síðani parað við einum kendum navnið innan tónleikaheimin.










