Karaktermorð í nýggjari tíð:

Jón Ellendersen
--------------------------

Prologur
Í seinastuni hava vit í fjølmiðlunum sæð fleiri størri og minni "politiskar skandalur" verði umrøddar. Anfinn Kallsberg var tann fyrsta, og tveir menn hildu hana vera so stóra, at teir brúktu 3 mánaðir at skriva eina bók, í høvuðsheitinum um Anfinn. Teir høvdu "prógvini" um, at Anfinn hevði logið um sína fortíð. Men sjálvt eg, sum búði uttanlands tað tíðina Frost-málið varð umrøtt minnist tó, at tað sum tá kom fram er júst tað sama, sum kom fram í bókini, Skjót Journalistin. Hon burdi kanska itið: Skjót Anfinn Kallsberg, tí tað var endamálið við bókini.
Tað er synd at siga, at rithøvundarnir vóru objektivir; hetta sæst best við, at Anfinn Kallsberg yvirhøvur ikki verður spurdur um nakað sum helst, men allir møguligir aðrir persónar, sum eins væl kunnu hava sæð bókina sum ein møguleika til hevnd sum tað, at teir søgdu sannleikan. At umbera seg við, at teir vistu hvat Anfinn fór at siga ella, at hann higartil altíð hevði sagt .... dugir ikki í seriøsum journalistikki. Og um journalistikkin er at siga, at hann meiri líkist eini herferð enn borandi journalistikki.
Nú havi eg onga flokspolitiska ella aðra líknandi orsøk til at verja Anfinn, men eg havi eina aðra, og kanska størri orsøk til at gera tað: "Anstændighed".
Ambrose Bierce sigur soleiðis um tað, at ákæra ein annan: "Áhaldandi at tosa um at ein annar maður er sekur, er eitt tekin um, at tú roynir at rættvísgera teg sjálvan fyri at hava framt órætt móti honum". Og júst í hesum førinum: Anfinn Kallsberg kundi tað sæð út til, at fleiri og fleiri, serliga politikarar, áhaldandi hava verið noyddir til at siga eitt ella annað um Anfinnsá tign og tað ómøguliga í, at hann aftur sleppur at røkja ein landsstýrissess, tí teir ikki eru so vísir í, at ákæran er serliga rættvís.
Prógvið um hetta sæst nú í tí, at Anfinn fær formanssessin í Løgtingsins Fíggjarnevnd. Var hann ov sekur til ikki at koma í Landsstýrið, var hann í veruleikanum eisini og sekur til at fáa henda nevndarsessin.
Eg ætli mær, í 4 fylgjandi pørtum, at viðgera tað, sum eg meti sum eitt hitt størsta karaktermorði í føroyskari søgu, og tað er mín pástandur, at orsøkin fyri hesum karaktermorði heilt einfalt er henda: Tjóðveldisflokkurin vildi sleppa av við Anfinn, so teir sjálvir kundu fáa løgmanssessin, og tí hildu teir seg hava, sum teir siga í Olsen harkaliðnum, "eina plan". Tey krøvini, teir at enda settu fram vóru soleiðis orðað, at Anfinn í veruleikanum einki annað kundi, enn at leggja frá sær, og so slapp Høgni Hoydal framat sum løgmaður við tað, at hann var varaløgmaður.
Mín pástandur er, at Tjóðveldisflokkurin forroknaði seg. Teir høvdu so avgjørt væntað, at Anfinn legði frá sær, tí krøvini høvdu nettupp eina slíka orðing, at tað var tað einasta, Anfinn kundi gera í teirra eygum. Teir høvdu bara gloymt, at Anfinn hevði ein møguleika afturat: At leggja frá sær og útskriva nýval.
Men eg havi eisini eina aðra ætlan við hesi greinarøð: At fáa føroyskar politikarar at vakna! Tað ber ikki til at halda fram á henda hátt, tí endin verður, at teir einastu sum síðani stilla upp til løgtingsval eru teir, sum eru nóg frekir og kaldir. Tí hvør maður ella kvinna hevur ikki okkurt, sum kann gravast fram úr fortíðini, eingin!
Vit mugu ikki vera so veruleikafjar at vit ikki duga okkum at vera líka erlig sum farieseararnir: Tá Jesus segði, tann sum er reinur, kasti fyrsta steinin, sleptu teir steinunum og fóru til hús.
Men føroyskur politikkur í dag er merktur av, at "fariseararnir" ikki sleppa steinunum, men grýta sum ongantíð fyrr, hetta hóast eingin teirra er reinur.

Eg fari at heita á tykkum um at lesa allar partarnar, og so koma við eini niðurstøðu. Ger mær tann beina, ikki at kommentera hvønn part fyri seg, tí samanhangið er rættiliga neyðugt. So gev tær tíð, les allar partarnar, og kommentera síðani røðina.

(framhald: Dreyfus og Tønnes tilburðirnir)