Karaktermorðið hjá Edmundi

Av og á er pennurin hjá Ed­mundi Jo­en­sen ó­van­liga hvass­ur. Ser­liga hvass­ur var hann í vik­uni, tá hann svar­aði aft­ur upp á eitt inn­slag í Degi og Viku týs­kvøld­ið. Men tað ser­merkta við hes­um aft­ur­svar­i­num v­ar, at Ed­mund Jo­en­sen fór bein­leið­is eft­ir mann­i­num og ikki eft­ir mál­i­num.

Hann skírdi Páll Holm Jo­hann­e­sen, sjón­varps­mann, at verða »ein pol­it­isk­an svein hjá Javn­að­ar­flokk­i­num« og spurdi, um tað er so liv­andi gal­ið, at hann borð­reið­ir við eini saft­igari kon­flikt mill­um Ed­mund Jo­en­sen og Kaj Leo Jo­hann­esen í bestu senditíð.

Nær er ein journalistur ein »pol­itisk­ur svein­ur« hjá ein­um flokki? Hvat mei­n­ar løg­tings­mað­ur­in, fyrr­ver­andi løg­mað­ur­in, fólk­a­tings­mað­ur­in og fyrr­ver­andi løg­tings­for­mað­ur­in við? Tað lyst­ir okk­um at vita. Er Páll Holm Jo­hann­e­sen lim­ur í Javn­að­ar­flokk­i­num? Kenn­ir hann onkr­an javn­að­ar­­mann, ella hvat?

Heilt erligt Edmund. Hatta var und­ir belt­ið. Og hvat so, um ein mið­il set­ir ljós­kast­ar­an á all­ar tær kon­flikt­ir, sum Ed­mund Jo­en­sen so ofta vart­ar upp við?

Nú skrivar Høgni í Ják­ups­stovu, red­ak­tións­­leið­­ari, í aft­ur­svari, at Ed­mund Jo­en­sen »hev­ur styrkt seg við ei­num al­brynj­að­um spun­a­smiði«. Tað er á­hug­a­vert at vita, hvør hes­in spun­a­smið­ur við hes­um ó­van­liga hvassa penni er. Tað plagdi at vera ein ávísur journ­a­listur, men hann er vist far­in aðrar leiðir.

Tað er einki forgjørt í, at ein po­l­itik­ari styrk­ir seg við spuna­smiði ella spin­dokt­ara. Tað er í fín­asta ordan. Men hví ikki spæla við opnum kort­um og kunn­gera, hvør spun­a­smið­ur­in er? Tað ger man í øðr­um lond­um.

Í øll­um førum var hatta svar­ið hjá Edmundi illa spunn­ið.