Karadzic fekk einki lyfti

USA avsannar, at landið gav Radovan Karadzic lyfti um grið Amerikanska stjórnin avsannar, at USA gav Radovan Karadzic lyfti um grið, um hann fór frá sjálvboðin, og um hann lovaði at halda seg burturi frá tí politiska pallinum.

Tá Karadzic kom fyri krígsbrotsmannadómstólin í gjár, segði hann, at hann hevði fingið lyfti um at sleppa undan rættarsókn.

Hann vildi vera við, at hann fekk lyftið frá táverandi amerikanska Balkan-sendiharranum Richard Holbrooke í 1995.

Men tað avsannar Holbrooke.

-Tað hevði verið skeivt av mær, og hann hevur ikki fingið nakað tílíkt lyfti frá mær, sigur fyrrverandi sendimaðurin.