Kapten Rød á G! Festival

Svenskt reggae, dancehall og ragga fer at ljóma um allan gøtusand í summar tá Kapten Röd trínir á pallin. Reyði kapteinurin vann júst nú tær báðar hægst mettu heiðurslønirnar á ársins P3 Guld galla í Svøríki: ”Årets artist 2011” og ”Guldmicken/Årets liveakt 2011” og tað borgar fyri svenskari góðsku.

 

Kapten Röd, brakaði ígjøgnum í 2007 við útgávuni "Stjärnorna Finns Här", sum hann ferðast land og ríkið í kring við í meira enn eitt ár. Eftir hetta tók hann ein steðg, og fekst mest við at framleiða og skriva løg fyri onnur tónlistarfólk.

 

Hetta tíðarskeiðið skrivaði hann eitt nú løgini ”Ökant nummer” og ”Delelelelekat”. Bæði hesi løgini blivu vald til ”ársins svenska reggae-lag”, annað í 2008, hitt í 2009.

 

Á sumri 2010 byrjaði Kapten Röd so aftur at túra og spældi nógv nýtt tilfar. Í desember 2010 kom staklagið ”1.000.000 Nollor” út og gjørdist tað ”ársins svenska reggae-lag” í 2010.

Áðrenn 2010 varð farið afturum fekk Kapten Röd enn ein miklan heiður, tá ið hann vann heiðurin "00-talets Svenska Reggaeskiva" fyri sína fyrstu útgávu frá 2007.

 

6. juli 2011 kom so næsta fløgan hjá Röd á marknaðin. og hevur hon verið sera væl móttikin. Serliga lagið ”Ju mer dom spottar” var millum mest spældu svensku løgini í svenskum útvarpi í 2011. Kapteinurin hevur síðani túrað sum svakur á svenskum festivalum og spælistøðum.

 

Röd kallar livebólkin hjá sær fyri Ribbit Boom Band. Hetta er ein bólkur, sum er settur saman av elituni úr svenska reggae umhvørvinum. Partillo á trummur, Lars (Svenska Akedemien) á bass, Simon ”Hofmästarn Hansson á guitar umframt André Roots og Anton Müller á ljómboð. Ljóðmaður er Janne Karlsson (Kalle Baah) og ferðaleiðari er MrGillis, sum eisini var á G! í fjør, tá við Movits!

 

Her er eitt videobrot við Kapten Rød:

 

www.youtube.com/watch

 

Hetta veit heimasíðan hjá G! Festivalinum.