Spenningur var sera stórur, áðrenn seinastu kappsigling, sum var nú sunnudagin 27. august hjá Lions Club Eysturoy, tí tað var tætt millum teir fremstu bátarnar.
Føroyameistari gjørdist ?Leivur? í Kollafirði við 99 stigum,
nr. 2 gjørdist ?Hoyviksbáturin? úr Hoyvík við 97 stigum, meðan ?Gjáarbáturin? úr Kollafirði gjørdist nr.. 3 við við 89 stigum.
Tilsamans 42 bátar hava tikið lut í kappsiglingunum í ár.
Áhugafelagið ?Seglið? takkar øllum fyri luttøkuna og fyri hjálpina.











