Kappróðurin bleiv heiðraður

Gallakvøldið hjá føroysku kappróðrarfólkunum var í B36-húsinum fríggjakvøldið, og her blivu fleiri virðirlønir lætnar

Fyri góðum tveimum vikum síðani blivu allir føroyameistararnir og heiðursmerkjavinnararnir funnir í kappróðrinum í ár, tá manningarnar kappaðust fyri seinastu ferð á hesum sinni á ólavsøku.

Sjálvur endin upp á kappróðurin var tó ikki fyrr enn farna fríggjakvøld, tá Róðrarfelagið Knørrur skipaði fyri árligu gallaveitsluni, sum í ár var hildin í B36-húsinum. Á leið 200 fólk vóru møtt til gallaveitsluna, har kappróðurin bleiv heiðraður, og ikki kann sigast annað enn, at gallaveitslan eydnaðist sera væl.


Jarnbardur fekk fyrsta prísin

Tað fyrsta, sum var á skránni hetta kvøldið, var sjálvandi maturin. Ein góður forrættur fór væl niður um, og so vóru tey flestu klár til høvuðsrættin, sum eisini smakkaði avbera væl.

Beint eftir høvuðsrættin kom so tað, sum tey flestu helst mundu bíða eftir. Tá skuldi fyrsta virðislønin nevniliga handast, tann sokallaða Fair Play-virðislønin. Henda virðislønin fór til sigursvandu kvinnurnar umborð á Jarnbardi, sum afturat Fair Play-virðislønini hava vunnið á øllum stevnunum í ár.

Eftir hesa handanina vóru nógvar talur á skránni umframt desert. Millum talararnar vóru formaðurin í Róðrarsamband Føroya og Jannie Dam Jacobsen, róðurskvinna á Jarnbardi, sum eisini var ein av fyriskiparunum.


Vestmenningur basti Eysturoyingi

Eftir allan matin var tíðin so komin at handa restina av virðislønin, og næsta handanin, sum var á skránni hetta kvøldið, var ársins áralag í teimum ymsu bátaflokkunum.

Hjá 5-mannaførum við dreingjum hevur kappingin í alt ár verið ímillum Havfrúnna og Sílið. Havfrúgvin vann bæði FM og ólavsøkuróðurin, men besta áralag átti Sílið. Hjá 5-mannaførum við gentum hevur Hvassi vunnið at kalla alt í ár, og tær vunnu eisini virðislønina fyri besta áralag.

Hjá 5-mannaførum við kvinnum hava fleiri bátar gjørt seg galdandi í ár, men harðasta kappingin hevur verið millum Sílið og Ørnina. Hesar báðar bátsmanningarnar endaðu tó á ávikavist øðrum og triðja plássi í kappingini um ársins áralag, og í staðin vóru tað kvinnurnar umborð á Jallinum, sum høvdu besta áralagið.

Hjá 6-mannaførum við kvinnum hava kvinnurnar umborð á Jarnbardi verið einaráðandi í ár, men tá umræður besta áralag, megnaðu tær ikki at steðga Kollfirðingi, sum vann hesa kapping.

Hjá 6-mannaførum við monnum var tað sum ikki einaferð Sundabáturin, sum streyk avstað við sigrinum, meðan Strálan og Tvørabáturin endaðu ávikavist nummar tvey og trý.

Eftir hetta var tíðin komin til 8-mannaførini, har Heiðabáturin hevur vunnið alt í ár. Heiðabáturin fekk tó bert eitt triðja pláss í kappingini um ársins áralag, og í staðin var tað Argjabáturin, sum fór avstað við sigrinum.

Til allar síðst vóru 10-mannaførini á skránni. Her mundu nógv helst halda, at sjálvandi fór Eysturoyingur at vinna, men soleiðis var ikki. Vestmenningur kom nærri og nærri at Eysturoyinginum, sum stevnurnar liðu í ár, og á gallaveitsluni eydnaðist teimum at fara fram við. Vestmenningur vann nevniliga kappingina um ársins áralag framman fyri Eysturoying og Havnarbátin.

Eftir bestu áraløgini var túrurin komin til at finna ársins kappróðrarsang, og her eydnaðist, Nólsoyingi, sum slett ikki hevur verið við í kappingini í ár, at vinna framman fyri Sundabátin og Jarnbard.


Árnafjørður bleiv heiðraður

Síðsta virðislønin, sum skuldi handast hetta kvøldið, var helst eisini tann størsta. Her var talan um ársins kappróðrarfelag, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at valið fall á ein heldur óvæntaðan vinnara. Hetta merkir tó ikki, at sigurin var uppiborin.

Felagið hevði bert ein bát við í kappingini í ár, men úrslitini hjá hesum bátinum blivu betri og betri, sum kappróðrarárið leið. Felagið hevur harafturat eitt stórt og flott neyst, og ætlanin er at byggja eitt nýtt 5-mannafar til komandi kappingarár. Afturat øllum hesum hevur felagið eisini eina virkna og áhugaverda heimasíðu, sum er rættiliga nógv vitjað.

Felagið, sum talan er um, er Árnafjarðar Róðrarfelag. Lítla felagið úr Norðoyggjum vann sostatt størstu virðislønina á kvøldinum.

Hetta gjørdist eisini endin upp á eitt gott róðrarkappingarárið, og so er bert eftir at vóna, at undirtøkan verður størri komandi kappingarár, og at fleiri rógvarar kring landið velja at seta seg í ein kappróðrarbát komandi róðrarkappingarár. 



Vinnarar á gallakvøldinum



Fair Play-virðislønin:

Jarnbardur



Ársins áralag:


5-mannafør dreingir:

1. Sílið

2. Havfrúgvin

3. Tjaldrið


5-mannafør gentur:

1. Hvassi

2. Drekin

3. Tambar


5-mannafør kvinnur:

1. Jallurin

2. Sílið

3. Ørnin


6-mannafør kvinnur:

1. Kollfirðingur

2. Jarnbardur


6-mannafør menn:

1. Sundabáturin

2. Strálan

3. Tvørábáturin


8-mannafør:

1. Argjabáturin

2. Ørvur

3. Heiðabáturin


10-mannafør:

1. Vestmenningur

2. Eysturoyingur

3. Havnabáturin



Ársins kappróðrarsangur:

1. Nólsoyingur

2. Sundabáturin

3. Jarnbardur



Ársins felag:

Árnafjarðar Róðrarfelag