Kappróðrarfepur í Klaksvík

Eftir stóra dramatikkin leygardagin og fyrsta sigurin nakrantíð hjá Klaksvíkingi í Fuglafirði, er áhugin fyri kappróðri av álvara vaknaður aftur í Klaksvík

Kappróður

 

Tað tykist vera trygd fyri stórum drama hvørja ferð, tá ið Eysturoyingur og Klaksvíkingur liggja borð um borð og kappast á 2000 metra málinum.

Soleiðis hevur tað verið fyrr í summar, og soleiðis var tað leygardagin, tá ið bátarnir róðu borð um borð allan teinin og fóru um málið mest sum í senn.

Svein Rógvi Nielsen, bátsformaður, situr á lærinum í stýriborði á Klaksvíkingi. Sum á jóansøku hevði hann leygardagin Eysturoying stýrisborðsmegin seg sjálvan, og hann heldur, at tað ikki ber til at ímynda sær størri spenning enn tað, sum hann og allir hinir umborð á hesum báðum bátunum vóru í leygardagin:

- Á jóansøku fingu vit so fantastiska góðan start, og tá fóru vit beinanvegin tað mesta av einari bátslongd framum og kundu tískil stýra róðrinum. Hesa ferð var starturin meiri vanligur. Vit kendu, hvussu uppsettir teir á Eysturoyingi vóru, og teir róðu ein fínan róður. Eg sá alla tíðina yvir á teir, og vit hoyrdu, hvussu teir koyrdu á. Vit góvu alt, sum vit høvdu, men tað kendist sum um, at tað stóð púra fast.

Eina løtu sá tað út til, at teir høvdu hug at ganga frá tykkum?

- Undanfarnu ferðirnar hava teir fyrr enn vit sett føtur í bekk, og tað gjørdu teir eisini hesa ferð. Tá vunnu teir hálva bátslongd frá okkum, men vit megnaðu tíbetur at svara aftur, og tá ið vit fóru um málið, hevði eg eina góða kenslu.

Vart tú vísur í, at tit høvdu vunnið?

- Nei, tað vóru vit ikki. Fleiri av okkara áskoðarum stóðu soleiðis fyri, at teir sóu málfoto, og tá ið tey fegnaðust, so vóru vit greiðir yvir, at tað var koppað okkum til fyrimunar. Tíðin sigur, at tað var tætt, og soleiðis kendu vit tað. Hetta er fantastiska hugaligt og stuttligt.

Úrslitið á varmakeldu ber við sær, at Klaksvíkingur nú er fremstur í FM kappingini. Góða gongdin ger, at áhugin fyri kappróðri av álvara er kyknaður aftur í Klaksvík, eftir at tað hevur verið meiri ella minni øskukalt, síðani 10-mannafarið vann FM í 2006.

Allir norðoyingar kenna seg eiga í Klaksvíkingi, og tað er ikki so undarligt. Ein rógvari er av Viðareiði, ein úr Árnafirði, ein úr Kunoy, Heini Hátún býr í høvuðsstaðnum, Martin Venned er klaksvíkingur í Søldarfirði, og hinir búgva í Klaksvík.

Síðani sera tepra sigurin leygardagin hevur verið nógv tosað um, nær Klaksvíkingur seinast hevur vunnið í Fuglafirði. Heimasíðan drekin.fo hevur fína úrslitatænastu aftur til 1973. Síðani tá hevur 10-mannafarið hjá klaksvíkingum ikki vunnið á varmakeldu. Í 1970, 1964 og 1963 hilnaðist tað væl hjá Klaksvíkingi, men heldur ikki tá vann hann í Fuglafirði, og tí er tað sannlíkt, at sigurin leygardagin var tann fyrsti nakrantíð hjá Klaksvíkingi í Fuglafirði.

Eysturoyingur hevur vunnið nógv, og leygardagin vísti manningin, sum í Heiðabátinum hevur vunnið so nógv tvey tey seinastu árini, at stríðið um FM heitið á ongan hátt er liðugt.

Leygardagin fer at verða kappast á 1000 metrum á Sandavági. Tá er aftur lagt upp til dramatikk og stóra og tætta kapping. Ormurin Langi hevur verið trúfast umboð fyri høvuðsstaðin higartil í ár. Munurin frá honum og fram til hinar báðar hevur ikki verið so ógvuliga stórur, og nú verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at hilnast, tá ið tað fer at verða kappast á 1000 metrum.