Kappríðing við Leynavatn

Árliga kappríðingin við Leynavatn verður í dag. 48 ross luttaka, og eitt teirra kann við at vinna í dag, vinna ferðasteyp til ognar

Kappríðing

Árliga Leynavatnskappríðingin byrjar í dag klokkan 15.00. 48 ross luttaka í kappríðingini, og kappast verður um ferðasteyp, sum Føroya Sparikassi hevur latið. Eisini verður kappast um steyp, sum ÍSF hevur latið til FM kappingina. Kappingin við Leynavatn er onnur FM kappingin í ár.
Ferðasteypið frá Sparikassanum varð fyrstu ferð kappast um í 1996. Reglurnar eru tær, at tað rossið, sum klárar at vinna steypið tríggjar ferðir í einum fimmáraskeiði, eigur tað til ognar.
Í ár hevur Lokkur hjá Rólanti Reinert í Havn hendan møguleika, tí hann hevur vunnið bæði í 1998 og 2000.
Sum vera man er eisini okkurt at fáa til keyps á eini stlíkari stevnu so sum kaffi og køkur og okkurt leskandi til børnini.