Næsta leygardag, tað er 5. juli, verður ein rættiliga sermerktur familjudagur í Skopun. Nógv er á skránni, men høvuðstiltakið verður ein kappkoyring, sum neyvan nakrantíð áður hevur verið í Føroyum. Tað er ein kappkoyring, har kassabilar fara at koyra kapp.
- Tað er best at melda til, men møtir onkur bara upp, finna vit saktans út av tí, sigaa Kristvør og Eivind Kolden, hava tikið stig til hendan familjudagin.
Tey siga, at umframt úr Sandoy, hava tey frætt um, at áhugi er fyri kappkoyringini bæði í Havn og í Suðuroy. Í kappkoyringini verða tríggjar virðislønir, ein fyri skjótasta bil, ein virðisløn er til tann tryggasta bilin og ein virðisløn er til tann stuttligasta ella sermerktasta bilin. Annars verður bygdartorgið mitt í bygdini karmur um tiltakið, har spæl í ánni og har rundanum fær ein týðandi leiklut á hesum familjudegnum.
Annars verður ymiskt annað á skránni og í bygdarhúsinum verður matsøla og sølutorg, har fólk eisini kunnu leiga sær eitt borð at selja tað, tey einaferð hava at selja av heimavirkaðum, ella øðrum. Ætlanin er, at familjudagurin byrjar klokkan 14, tá ið Teistin kemur av Gomlurætt.
Tá verður skrúðgonga, eftir ætlanin við luttøku av ellisakførum úr Havn, niðan á torgið, har dagurin verður settur.
Aftan á kappkoyringina verður konsert, har fólk úr bygdini fara at spæla og syngja, eitt nú Malena, Emma Randarsól og veteranurin, Fríðbjørg Jensen, og endað verður við einum felagskirkjuligum sangkóri.
Tey siga, at hepnast familjudagurin væl hesa ferð, er væl hugsandi, at tað verður eitt afturvendandi tiltak, og skuldi nakað lopið av, tá ið kassin verður gjørdur upp, verður tað brúkt til at skipa fyri einum sama slag tiltaki næsta ár.
|