Fyrstu tveir róðrarnar hevur Heiðabáturin mest sum vundið burtur úr hinum bátunum. Teir hava vunnið báðar róðrarnar við fleiri bátslongdum niður til næstu bátarnar, og á Jóansøkuni var tað aftur Heiðabáturin, sum leyp avstað beinan vegin.
Tann guli Heiðabáturin var eina bátslongd framman fyri hinar bátarnar eftir eini lítlari løtu, og longu tá var greitt, at kappingin í hesum róðrinum fór at vera um annað plássið.
Undanfarnu róðrarnar hevur Argjabáturin fingið tvey annað pláss í harðari kapping við Ørv, og tað vóru aftur hesir báðir, sum høvdu ein harðan dyst um silvurkrúnurnar á Jóansøku. Ein triði bátur vildi tó eisini vera við, tí Árnfirðingur hevði mest sum alla tíðina hug at blanda seg í stríðið um annað plássið.
Sum bátarnir nærkaðust málinum var greitt, at her fór eingin at hótta Heiðabátin, sum fyri triðju ferð í ár vann í stórum stíli. Kappingina um annað plássið megnaði Argjabáturin at vinna góða hálva bátslongd framman fyri Ørv. Árnfirðingur endaði á fjórða plássi upp aftur góða hálvu bátslongd aftari.
Undan Varmakelduni er spurningurin, um nakar av bátunum megnar at steðga Heiðabátinum, ella um teir enn einaferð skulu berjast um silvurheiðursmerkini.