Í fororðinum skrivar FSF, at fótbólturin er í støðugari menning, og at alt fleiri lið eru við á hvørjum ári í øllum aldursbólkum. Hetta setir krøv til FSF og tey einstøku feløgini. Fótbóltssambandi skipar fyri bæði venjara- og dómaraskeiðum kring landið, og tey hava verið væl vitjað.
Seinasta kappingarár fór verkætlanin Yngst av bakkastokki, og hon heldur fram í ár. Í ár verður skipað fyri fimm Yngst-stevnum. Tríggjar vera áðrenn summarsteðgin og tvær aftaná.
Nakrar broytingar eru framdar. Kappingin hjá unglingum er í ár skipað soleiðis, at spælt verður fyrst í tveimum bólkum, har tvey tey fremstu fara víðari í finalubólkin. Restin spælir síðani eina steypakapping.
Steypakappingarnar hjá teimum yngru deildunum verða avgreiddar yvir tvey vikuskifti, eins og tað varð gjørt hjá smádreingjum og dreingjum síðsta kappingarár.
FSF vónar, at vit fáa eitt gott, spennandi og gevandi kappingarár í øllum deildum, har Fair Play verður sett í hásæti.