Kappingarráðið boðar aftur SEV á fund

Eftir at SEV eisini í Eystara Landsrætti varð dømt at tapa sakina móti Kappingarráðnum, fer ráðið at seta seg í samband við felagsskapin um nýggjar samráðingar um el-prísirnar Tá Kappingarráðið fyri fýra árum síðani fór at hyggja nærri at prísunum hjá SEV, trúði eingin, at so drúgv tíð og so mikið stríð skuldi standast av hesum.

Eftir innleiðandi samráðingar vildi SEV ikki góðtaka rættin hjá Kappingarráðnum at blanda seg uppí prísásetingina hjá teimum. Málið endaði í kærustovninum og síðani í rættinum. Har fekk Kapingarráðið viðhald við tí úrsliti, at SEV kærdi dómin inn fyri Eystara Landsrætt. Hesin hevur nú viðgjørt málið og staðfest dómin.

Terje Sigurðsson í Kappingarráðnum sigur, at nú úrskurðurin fyriliggur, ætla teir at seta seg í samband við SEV, at fáa gongd í samráðingarnar aftur.

- Tað verður neyðugt at endurskoða grundarlagið fyri prísunum. Tað eru gingin fýra ár, síðani vit mettu um data, ið ávirka viðurskiftini hjá SEV, so grundarlagið kann vera broytt, vísir Terje Sigurðsson á.

- Vit royna altíð við samráðingum at fáa ásett prísirnar, og í allarflestu førum eydnast tað eisini í sátt og semju. Men vit hava eisini heimild til at áleggja fyritøkum prísirnar, um eingin semja fæst, sigur Terje Sigurðsson.

Hann sigur, at arbeiðið hjá Kappingarráðnum er altíð framatrættað. Tað sum er farið er farið, og tað hvørki vilja ella fáa teir gjørt nakað við. Hóast ein nýggj kappingarlóg er samtykt í løgtinginum, ið gevur ráðnum enn hvassari amboð at arbeiða við, er grundsjónarmiðið um samráðingar ikki broytt.

So tað verður í hvussu er í fyrsta umfari gjøgnum samráðingar, at kilowattprísirnir hjá SEV verða broyttir ? um teir altso skulu broytast.