Tað gongur sum eftir ánni hjá FCK. Sunnudagin høvdu teir vitjan av Vejle, og tað var eingin ivi um, hvat var betra liðið í Parkini. FCK vann 4?1, og sigurin kundi havt verið væl størri.
FCK menninir misnýttu eina rúgvu av møguleikum. Zuma, sum skoraði eitt mál, og sum aftur hesa ferð stóð sterkur í myndini, hevði fleiri upplagdar møguleikar, og Heine Fernandez misnýtti eitt brotsspark.
Hesa ferð megnaði Fernandez fyri fyrstu ferð síðani hann í fjør kom til FCK at skora tvey mál í sama dysti. Síðsta FCK málið skoraði Carsten Fredgaard, sum fyri stuttum er komin úr Onglandi.
Todi Jónsson var ikki á FCK liðnum sunnudagin, og hann var heldur ikki á beinkinum. Í hesi vikuni er føroyski álopsmaðurin farin aftur at venja saman við liðfeløgunum. Todi verður ikki við, tá FCK í annaðkvøld fer at spæla á heimavølli í Europa Cup, og hann verður heldur ikki við í landskappingini í komandi viku. Stóri spurningurin er, um hann verður tøkur mikukvøldið í komandi viku.
Um tað í annaðkvøld fer at eydnast FCK at koma víðari í Europa Cup, skulu teir mikukvøldið í komandi viku spæla á heimavølli ímóti italska Lazio. Tað er ein dystur, sum Todi ógvuliga fegin hevði vilja spælt við í.
At Zuma, Fredgaard og Fernandez allir halda lív í málskjótingini ger tað ikki lættari hjá Toda at sleppa upp í part aftur.
Brøndby ogAaB hanga í
Undan kappingarbyrjan í Danmark varð roknað við, at umframt FCK fóru Brøndby og AaB at kappast um oddasessin. Nú eru trý umfør farin aftur um, og tað eru júst hesi feløgini, sum hava fult stigatal.
Brøndby var í Gladsaxe, har teir stutt undan hvíldini komu á odda við brotssparki. Tá teir stutt eftir stegðin øktu, kundi tað sæð út til, at talan fór at verða um lættan sigur, men soleiðis gekk ikki. AB minkaði um munin, og so trýsti heimaliðið fyri at javna, men í staðin økti Brøndby eftir snarálop.
AaB var í Århus, har heimaliðið, AGF, í 1. hálvleiki var á odda 1?0, men so mistu teir ein mann, og AaB vann 3?1. Viborg og FCM spældu 1?1, og Lyngby vann á heimavølli 2?0 á Esbjerg. Gestirnir høvdu eina rúgvu av góðum málmøguleikum, men teir fingu ikki hol á.