Kapping um siglingina hjá Strandferðsluni

Privata vinnulívið skal fáa høvi til at kappast um siglingina, men Strandferðslan skal ikki avtakast

 

Privata vinnan skal fáa høvi til at virka á samferðsluøkinum.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at  tað er endamálið við uppskotinum, hann hevur lagt fyri Løgtingið, og sum fer at geva honum heimild til at bjóða sigling hjá Strandferðsluni út.

 

Nú Vinnunevndin hjá Løgtinginum viðgerð málið, hevur Johan Dahl skorið út í papp fyri nevndini, hvat endamálið er.

 

Hann sigur, at endamálið við at lata privatu vinnuna kappast um sigling hjá Strandferðsluni, er at gera tænastuna betri og bíligari enn Strandferðslan klárar.

 

Hann sigur eisini, at tá ið rutur hjá Strandferðsluni verða bodnar út, skulu treytir fylgja við um, hvussu tænastustigið skal vera.

 

Í hesum sambandi skulu treytir bæði setast um prísin á ferðaseðlum og túratalið á rutuni.

 

Endamálið er, at tá ið sigling verður bjóðað út, skal tænastustigið í øllum førum ikki verða versna.

 

Men tað merkir eisini, at sigling hjá Strandferðsluni verður bara latin privatum at røkja, um so er, at tað tænastan verður minst líka góð, sum hon er nú, og at hon verður bíligari enn hon er nú.

 

Hann ætlar eisini at seta reglur í gildi fyri, hvussu eftirlitið við privatu rutusiglingini skal vera, og at skip og útgerð verða hildin á nøktandi stigi.

 

So hóast sigling hjá Strandferðsluni verðu boðin út, verður framvegis neyðugt at hava eina miðsavnaða stýring fyri at tryggja eitt støðugt, álítandi og samanhangandi samferðslunet.

 

Hesa uppgávuna skal Strandferðslan framhaldandi røkja. Og Strandferðslan skal hava ábyrgdina av at gera og røkja allar sáttmálar, sum verða gjørdar við privat virki, sum skulu røkja rutusiglingina, sigur Johan Dahl.