Hóast steðgur er í landskappingini í fótbólti, verður nógvur fótbóltur i Gundadali um vikuskiftið, tá ið Giza Hoyvik skipar fyri fótbóltskapping.
Kappingin er fyri bæði vaksin og børn, og sjálvandi fyri gentur og dreingir.
Byrja verður um morgunin við teimum yngstu aldursbólkunum, og siðani verður hildið á fram allan dagin.
Kappingin er skipað eftir somu aldursbólkum, FSF brúkar og heiðursmerki eru til tey trý bestu liðini i hvørjum
aldursbólkið.
Afturat hesum er eisini fótbóltskapping leygardagin ímillum virki og fyritøkur, so tá skal fyritøkan við teimum bestu fótbóltsspælarunum eisini finnast.