Atlantsflog fer at fáa kapping á Føroyarutuni.
Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Í løgtinginum mikudagin staðfesti hann stutt, at kappingin kemur á flogrutuni ímillum Føroyar og umheimin.
Hann útgreinaði hetta ikki meiri og hann sigur í samrøðu við Sosialin, at hann fær ikki sagt meiri um hetta.
Hann vil heldur ikki siga um umsóknir eru komnar frá flogfeløgum um at flúgva til Føroya.
Men kortini leggur hann afturat:
- Eg eri vísur í, at kappingin kemur. Eg ivist ikki í, at næsta ár, hendir eitt framstig á flogferðsluøkinumm, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at umstøðurnar at flúgva til og úr Føroyum eru munandi batnaðar við tað, at vøllurin er longdur, og nýggj og stór farstøð verður bygd og hann er sannførdur um, at hetta fer at fáa útlendsk flogfeløg at flúgva upp á Føroyar næsta ár.
Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum í Vágum, er ikki serliga tíðindafróður.
Hann váttar kortini, at áhugi er fyri føroyaflúgvingini.
Men tað einasta, hann vil siga, er, at fyrispurningar eru frá útlendskum flogfeløgum at fara undir flúgving ímillum Føroya og umheimin.
Kapping so ella so
Sostatt fæst ikki at vita, um talan er um flogfelag, sum ætlar sær at taka kappingina beinleiðis við Atlantsflog á rutuni ímillum Føroyar og Danmark, ella um hetta eru flogfeløg, sum hugsa um at flúgva ímillum Føroyar og aðrar flogvøllir, sum Atlantsflog ikki røkir.
Men fólk, sum eru køn í ferðavinnu, siga, at hóast talan verður um eitt flogfelag, sum ætlar at flúgva til flogvøllir, sum Atlantsflog ikki røkir, fer tað kortini at hava eina prískapping við sær.
- Er ov stórur munur á prísinum, kann tað loysa seg betri hjá fólki at flúgv ein umveg, heldur enn at flúgva beinleiðis til Keypmannahavnar ella Billund.
Somuleiðis er tað greitt, at hjá teimum, sum flúgva, er Keypmannahavn verri enn so altíð endastøðin, tí málið hjá nógvum ferðafólki er ikki Keypmannahavn og tískil fara tey víðari.
Annars er tað Vinnumálaráðið, sum gevur loyvi, men flogvøllurin skal so gera avtaluna um flogtíðir, prísir fyri at brúka vøllin og aðrar treytir.
LES EISINI GREININA: Í RINGASTA FØRI MÁ LANDIÐ TRYGGJA BÍLIGAR FERÐASEÐLAR