Jenis spyr løgmann um muslimar í Føroyum

Ávirkanir og fylgjur av muslimskum deplum og moskum eru vandamiklar fyri vesturlendsku, á kristna boðskapin grundaðu, mentanina.

Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum hevur sett løgmanni ein grein 52a fyrispurning, eftir at tað herfyri kom fram, at ætlanir eru um at stovna ein muslimskan depil í Føroyum.

Jenis av Rana spyr soleiðis um fremmand trúarsúmbol í Føroyum:

1.    Hvørjar eru mannagongirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum. Krevjast umsóknir til slík og um so er hvørjar og til hvønn?

2.    Hvørjir møguleikar fyri at avmarka ella  forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum eru í Føroyum.

3.    Hevur Løgmaður/ Landsstýrið ætlanir um at at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Jenis av Rana á, at seinastu tíðina hava tíðindi borist um ætlanir um staðseting av sonevndari mosku í Føroyum. Hesi tíðindi eru m.a. grundaði á eina almenna lýsing eftir hølum, muslimskum hølum til djúphugsan og fráboðan, og um stovnan av einum felag við sama endamáli (Center for muslimsk meditationshus).

– Hesi tíðindi hava skapt rúgvismikið kjak millum manna, har nøkur fegnast meðan mong harmast, óttast og ávara. Hesi ávara móti at opna dyr fyri einari fremmandari ideologi, sum slík hølir, sum í longdini kunnu hugsast at enda sum moska, fara at umboða, sigur Jenis av Rana.

– Meðan tey, ið tala fyri, tosa um fordómar og ótolsemi, vísa tey, ið tala ímóti, á royndir úr granna- og øðrum londum. Har verða ávirkanir og fylgjur av slíkum deplum og moskum sagdar verða beinleiðis vandamiklar fyri vesturlendsku, á kristna boðskapin grundaðu, mentanina. Víst verður á ávirkan frá fremmandum tjóðum gjøgnum fíggjarligan stuðul til bygging og rakstur av moskum, og beinleiðis verða slíkar ákærdar fyri at skapa paralellsamfeløg, ið elva til ófrið og forða fyri integratión, sigur Jenis av Rana.