Tvey av stóru feløgunum í Premier League, Manchester United og Chelsea, eru í løtuni í harðari kapping um at tryggja sær ein ungan og evnaríkan týskan miðverjuleikara. Hetta skriva fleiri bretskir miðlar.
Sum skilst er talan um 21 ára gamla verjuleikaran, Niklas Sule, sum spælir fast í miðverjuni hjá Hoffenheim, sum liggur nummar seks í týsku Bundesliguni.
Miðlarnir skriva tó eisini, at tað í løtuni sær út sum um, at Manchester United, hevur betri kort á hondini til at tryggja sær týska verjutalentið.
Til stuttleikar kann nevnast, at Niklas Sule, í farnu U-21 undankapping, spældi tveir dystir móti føroyska U-21 landsliðnum. Hann var nevniliga partur av týska U-21 landsliðnum, sum á Tórsvølli vann 6-0 móti Føroyar, og sum í Týsklandi vann 4-1. Á Tórsvølli eydnaðist eisini Niklas Sule at koma á máltalvuna.










