Tað eru helst nógv mannfólk í Føroyum, og kanska serliga ungir mans, sum droyma um at gerast sterkastur í Føroyum. Seinnu árini hevur eisini verið møguleiki fyri at alment gerast sterkastur, tá ið teir stóru og sterku menninir, sum leggja lívið sær eftir styrkisvenjing, kappast í nógvum ymiskum greinum í royndini eftir at krúnast sterkastur í Føroyum.
Tað er nevniliga í tiltakinum »Føroya sterkasti maður«, sum altso leygardagin aftur verður á skránni. Hetta er fjórða árið á rað, at skipað verður fyri kappingini, eftir at hon lá í grøvini í góð 10 ár.
Tiltakið verður í høllini á Hálsi leygardagin kl.17.
Tveir meistarar við
Felags fyri tey seinastu trý árini, kappingin hevur verið fyriskipað, hevur verið, at tveir fyrrverandi meistarar ikki hava luttikið í somu kapping. Verandi meistarin hevur nevniliga stundum takkað fyri seg og ikki stillað upp aftur árið eftir, men hetta verður ikki støðan í ár. Vinnarin í fjør, Jákup Súni Berg, er við aftur í ár, og tað sama er meistarin frá fyrra ári, Gunnar Grækarisson.
Teir báðir saman við Boga Hammer verða helst teir, ið fara at mynda harðastu kappingina og eru favorittar at gerast føroya sterkasti maður 2012.
Kappingin umráðandi
Bogi Hammer er ein av fyriskiparunum, og hann heldur tað vera umráðandi, at kappingin nú aftur hevur fótað seg.
– Eg helt tað vera synd, at menn bara standa og venja vektir. Teir venja og venja, men eingin var at kappast ímóti. Vit byrjaðu tí hesa kappingina av nýggjum, og hon hevur víst seg at vera væl umtókt, sigur maðurin við nógvu musklunum.
Kappingin er sanniliga væl umtókt, sum hann vísir á. Áður hevur áskoðaratalið ligið ímillum 1000 og 1500 fólk.
Styrki av krúti
Kappingin er beinhørð og deild út á seks ymiskar greinar, sum krevja styrki av krúti. Allir menninir í kappingini eru sjálvandi allir grundleggjandi sterkir, men fyri at gera seg galdandi í hesi kappingini, krevst nakað heilt serligt.
– Snildnið er at vera ein góður all-roundari. Kappingin er skrúvað soleiðis saman, at hon rakar allan kroppin, tó at mest orka verður sett á lendarnar og beinini í og við at tað umræður at dragsa og bera. Kappingin er ikki fyri hesar flottu fýrarnar á strondini, hetta krevur veldug lør og stóran rygg, flennir Bogi Hammer.
Kappast uttanlands
Sjálvur fer Bogi Hammer seinni í ár at kappast um at gerast sterkasti maður á Sælandi, hiðani tríggir teir fremstu luttakararnir sleppa at kappast um at gerast sterkasti maður í øllum Danmark. Kappingin um at gerast sterkasti maður í Danmark er eisini ein kapping, ið fyriskipararnir í Føroyum hava vent eyguni ímóti. Í løtuni eru teir í samráðingunum um at fáa sent føroya sterkasta mann at luttaka í hesi kappingini.
Bogi Hammer væntar ikki, at hetta fellur upp á pláss áðrenn kappingina í ár, men at teir síðani í aðru atløgu leggja seg eftir at fáa hetta upp á beinini undan kappingini næsta ár.