Kappast móti kreativum grundstykkjaprísum

- Kommunala Eftirlitið eigur at ansa eftir, at kommunur ikki selja jørð fyri undirprís, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

 

Hví er byggilendið dýrari í Havn enn í Eysturoy og Klaksvík? Henda spurning settu vit Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, nú sagt verður um veksandi eftirspurning eftir grundstykkjum á Skálafjørðinum.

 

- Tá vit hugsa um kostnaðin av byggilendi, sum vit keypa frá tí almenna, so eigur tað ikki at vera bíligari norðan fyri enn í Havn. Er tað kortini so, er hetta eftir mínum tykki eitt mál fyri Kommunala Eftirlitið.

 

Annika Olsen sigur, at Kommunala Eftirlitið eigur at ansa eftir, at kommunur ikki selja jørð fyri undirprís.

 

- Vit hava sæð nøkur bílig og rættiliga kreativ tilboð frá summum kommunum. Hevði Tórshavnar kommuna gjørt nakað líknandi, hevði kommunan verið steðgað beinanvegin.

 

Borgarstjórin vísir á, at tað, at kostprísurin á húsaognum í Havn er hægri enn aðrastaðni, er ein spurningur um útboð og eftirspurning.

 

- Vit royna tó av øllum alvi eisini at útvega nøkur tilboð í bíligari endanum, eitt nú í samstarvi við Bústaðir og við at stuðla teimum, sum eitt nú vilja byggja bíligari leiguíbúðir, sigur Annika Olsen.