Kappast í skotska hálendinum

Badminton: Føroyskir badmintonleikarar skulu luttaka í stórari kapping í skotska hálendinum saman við Hetlandi og Orknoyggjunum

Komandi mikudag fara fýra badmintonleikarar til Skotlands at kappast.

Føroyska luttøkan í hesari skotsku kappingini er komin í lag í sambandi við Colder Seafood í Klaksvík.

Teir hava boðið føroysku badmintonleikarunum fría ferð við skipi teirra, ið siglir niður til Skotlands við feskum fiski.

Frá skotsku fyrireikarunum hava føroysku badmintonleikararnir fingið frítt uppihald, so einasti kostnaðurin hjá Badmintonsambandinum verður luttøkugjaldið.


Kvinnurnar

settust aftur

Ætlanin var, at bæði menn og kvinnur skuldu fara avstað, men kvinnurnar settust aftur, tí tær hættaðu sær ikki at ferðast sjóvegis til Skotlands hesa tíðina á árinum.

Men menninir halda avstað, og teir, ið fara, verða Erland Poulsen, Gunnar Gregoriussen, Rani í Líð og Hermann Eysturoy.


Sjónvarp bíðar

Nógv verður gjørt burtur úr føroysku luttøkuni í kappingini. Badmintonsambandið hevur fingið at vita, at tá teir koma til Skotlands, fer ein sjónvarpsstøð at standa fyri teimum.

Luttakararnir í kappingini verða Hetland, Orkneyoyggjar, skotska hálandið umframt føroyingarnar.

Føroyska ferðalagið fer avstað komandi mikudag. Vanliga tekur túrurin til Skotlands 24 tímar, og fríggjakvøldið byrjar kappingin. Kappingin verður eisini leygardagin, og væntandi fara føroysku luttakararnir av stað aftur úr Skotlandi sunnudagin.