Svanur, sum er ítróttarfelag fyri fólk við breki í Eysturoy, hevur tey síðstu fimm árini skipað fyri Eik Cup. Kappingin hevur øll árini verið í ítróttarhøllini á Eiði, og hevur tað altíð gingið sera væl.
– Hóast hetta, so hava vit í ár valt at hava kappingina í Løkshøll í Runavík leygardagin 6. desember klokkan 11, siga fyrireikararnir úr Svani.
Terje Vestergaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu fer at seta tiltakið. Eftir setanina verður kappast í boccia – og fáa nr. 1, 2 og 3 heiðursmerki.
– Vit miða eftir at fáa eina hugnaliga løtu uttan fyri kappingina, har smyrjibreyð, køkur, frukt og sunkist verður at fáa, umframt at okkurt spæl ella undirhald eisini verður á skránni, siga fyrireikararnir, sum vísa á, at meira er at frætta á heimasíðuni hjá Svani, www.svanur.fo