Tað hendir ikki ofta, men tað kemur fyri: At trolmenn, snellumenn, línumenn og útróðrarmenn finna saman og taka lógvatak.
Nú er tað so hent einaferð aftur.
Tað hendir í sambandi við ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at taka íløgustuðulin av nú í mars mánaða og heldur at brúka pengarnar at endur nýggja skipaflotan fyri.
Tey, sum varða av bátum og skipum, sum fiska undir Føroyum, eru ikki serliga heit fyri ætlanini hjá John Petersen.
Og í gjár tóku tey seg øll saman um eina felag áheitan á landsstýrismannin um at leggja á annan bógv.
Men ger landsstýrismaðurin eftir tilmælinum frá vinnuni, fer hann at røkka sínum endamálið enn skjótari, enn annars, siga feløgini í áheitanini, sum er send út í Tinganes.
Tilsamans hava umboð fyri sjey skipa- og bátabólkar, sum fiska undir Føroyum, skriva undir áheitanina á John Petersen.
Tey eru Chris Jan Michelsen fyri Meginfelag Útrórðarmanna, Leivur Eidesgaard fyri Felagið Snelluskip, Marner Lisberg fyri djúpvatnstrolararnar, Árni Dam fyri Felagið Línuskip,
Essa Petersen fyri Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna, Hans Marius Joensen fyri Felagið Trolbátar, og Osmundur Justinussen fyri Felagið Trolskip.
Men harumframt hevur Jákup Sólstein skrivað undir fyri føroya Reiðarafelag.
Nøkur ár afturat
Feløgini siga, at tey heita á landsstýrismannin um at leggja uppskot fyri tingið um at Íløgustuðulin verður í gildi í trý, ella fýra ár afturat, eisini fyri teir bátarnar, og tey skipini, sum mistu hann í 1996.
Men tey heita samstundis á landsstýrismannin um at minka hann niður í 60% av tí, hann var.
Tey siga, at orsøkin til at tey vilja hava íløgustuðul í trý, fýra ár afturat, er, at síðani stuðulsskipanirnar vórðu tiknar av fyri nøkrum árum síðani, hava skip og bátar havt ov lítla tíð til at gera tær neyðugu tillagingarnar og tær neyðugu íløgurnar.
Við- at leingja íløgustuðulin fer ein effektivisering og endurnýgging av flotanum at henda skjótari og á betri, fíggjarligum grundarlagið, enn annars, siga tey átta feløgini við landsstýrismannin.
Tey taka annars undir við, at stovnaður verður ein grunnur til endurnýgging av skipaflotanum og at tað, sum verður eftir av teimum 40 milliónunum, tá ið íløgustuðulin verður goldin, verður sett í grunnin.









