- Alt er kaotiskt í løtuni. Vit hava ongan køk, onga telefon og trygdin er ikki í lagi.
Tað váttar eitt av starvsfólkunum í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, sum lat upp mánadagin. Hann átti kanska als ikki at vera latin upp í verandi líki. Tí arbeiðið er ikki liðugt enn. Umframt vantandi køkin og telefonina, eru alt ov fáar leikur til tey umleið 110 børnini. Trygdin er heldur ikki í lagi. Hegnið, sum skal tryggja, at børnini ikki renna oman á vegin, er ikki gjørt enn. Túnið líkist mestsum einum byggiplássi. Og inni ganga børnini á vandamiklum trappum, har rimaverkið øðrumegin vantar.
- Vit mugu alla tíðina ansa eftir, at børnini ikki detta í trappunum. Hetta er als ikki nøktandi, sigur starvsfólkið, sum ikki skilur, at Býráðið hevur latið frítíðarskúlan upp í verandi líki.
Foreldrini stúra
Skúlin skuldi eftir ætlan vera klárur at vera tikin í nýtslu á nýggjárinum, men arbeiðið bleiv nógv seinkað. Býráðið lovaði, at alt skuldi vera liðugt, tá skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina, men so varð ikki.
Sum skilst hevur leiðarin í skúlanum dagliga vitjað umsitingina hjá Tórshavnar Býráði fyri at kæra sína neyð, men lítið hjálpir.
- Ein arbeiðsmaður var her í gjár. Hann lovaði, at okkurt skuldi henda beinanvegin, men er einki gjørt, sigur starvsfólkið.
Sum skilst er fleiri foreldur ónøgd við umstøðurnar á Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
- Eg tori illa at lata barnið vera har, men av tí at eg arbeiði, er einki val. Seinastu dagarnar havi eg avheinta barnið longu á døgurða. Tað fer ikki at bera til, tá summarfrítíðin er liðug, sigur ein stúrin pápi við Sosialin.
Arbeiðseftirlitið onga ábyrgd
Sum skilst er tað Býráðið sjálvt, ið avger, nær ein frítíðarskúli er klárur at taka í nýtslu. Umstøðurnar hjá starvsfólkið hoyra Arbeiðseftirlitinum til. Men ikki umstøðurnar hjá børnunum. Tey eru jú ikki til arbeiðis.
- Barnatrygd er ikki okkara borð. Hinvegin, um talan er um vandamiklar trappur, so áttu vit at tala at. Starvsfólk kunnu jú eisini detta, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
Arbeiðseftirlitið skal ummæla øll byggimál, áðrenn tey verða tikin í nýtslu. Hetta merkir ikki, at eitt arbeiðspláss skal verða góðkent, áðrenn tað alment verður í nýtslu.
- Vit skriva ummæli, og um nakað er at finnast at, skal arbeiðsplássið syrgja fyri, at hetta verður bøtt. Tað merkir ikki, at arbeiðið verður niðurlagt, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum.
Óheppin handfaring
Tað er annars ikki meir enn ein mánaður síðani, at eitt annað foreldur vendi sær til Sosialin og kærdi sína neyð um frítíðarskúlan. Tað málið snúði seg um sjálva handfaringina av dagstovnaflytingini. Frítíðarskúlin í Hoyvík helt nevniliga til í øðrum hølum í Stoffalág. Ein munnlig avtala um at starvsfólkini har skuldi fylgja við børnunum niðan í skúlan í Hoyvik varð brotin, og hetta fekk eitt foreldur at tala at. Fleiri av børnunum í skúlanum hava serligan tørv, og tey hava ikki gott av ov ógvusligum broytingum, so sum starvsfólkaskifti, vildi pápin vera við.