Bramsen til Føroya um nakrar dagar: Hevur hon tíð til tað?

Hóast verjumálaráðfrúan hevur úr at gera við evakuering og øðrum viðvíkjandi Taliban-stríðinum í Afghanistan, so ætlar hon sær enn til Føroya um nakrar dagar. Men tað kann vera, at vitjanin verður útsett

Eftir ætlan kemur danska verjumálaráðfrúan Trine Bramsen til Føroya síðst í hesum mánaðinum. Tað váttar Uttanríkismálaráðið fyri in.fo. 

 

Men spurningurin er, um hon yvirhøvur hevur tíð til tað. Tí Bramsen hevur úr at gera í hesum døgum, nú kríggj herjar í Afghanistan, og sum verjumálaráðharri hevur hon nógvar uppgávur at loysa.

 

Hon hevur í tí sambandi eisini verið fyri hørðum kritikki í Danmark seinastu dagarnar - millum annað tí hon var til konsert í vikuskiftinum við forsætisráðfrúuni, meðan Taliban hertók afghanska høvuðsstaðin Kabul. Bramsen legði mynd út á sosialu miðlarnar av hesum, og so hevði hon eisini vitjað nakrar fiskimenn á Æro og prátað um leyst og fast, meðan so at siga allur heimurin annars fylgdi við sorgarleikunum í Afghanistan.

 

Formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, hevur sagt seg vera ørkymlaðan um prioriteringarnar hjá Bramsen, og hann dugir illa at síggja, hvussu hon kann halda fram sum ráðharri. Eisini Søren Pape Pulsen frá Konservativa flokkinum hevur funnist at verjumálaráðfrúuni.

 

Tí er spurningurin, um vitjanin hjá Bramsen til Føroya enn stendur í kalendaranum. Um støðan í Afghanistan er líka spent sum nú, so kann væl hugsast, at Bramsen aftur fer at fáa sera nógvar atfinningar, um hon kemur til Føroya mitt í øllum ruðuleikunum. 

 

Men ferðin er so ikki avlýst enn, so ætlanin er at koma til Føroya. Men sum vit skilja frá álítandi keldum, so kann tað meira enn væl henda, at vitjanin enn eina ferð verður útsett - hetta veldst alt um, hvussu støðan við Afghanistan sær út um góða viku, og tí verður endalig støða tikin til tað um nakrar dagar.

 

Trine Bramsen kemur hendan vegin 29. til 30. august fyri at fundast við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, um radaran, sum væntandi verður settur upp á Sornfelli.

 

– Ætlanin er at brúka mánadagin til at tosa um høvuðsevnið, radaran. Vit fara nokk niðan har at vísa henni umstøðurnar.

 

Sum nú er eru samráðingarnarnar um radaran á embætismannastigi, og tær ganga væl, sambært landsstýrismanninum.

 

– Vit nærkast kanska einari loysn. Verður tað eitt nei frá okkum til radaran, so verður tað góðtikið av dønum, og verður tað ja, so er tað tí, at vit eru nøgd, sigur Jenis av Rana.

 

Hendan vitjanin skuldi annars av røttum havt verið longu í juni, men ringa veðrið gjørdi, at flúgvarin við verjumálaráðfrúuni í ikki fekk sett seg í Vágum. Tí bleiv vitjanin útsett til í august. Men tá tey valdu dagarnar 29. og 30. august vistu tey nokk ikki, at kríggj fór at bresta á í Afghanistan, og at danska stjórnin fór at hava úr at gera tí viðvíkjandi.