Føroyska kvotan á Flemish Kap er 3.246 tons tilsamans, og í gjár visti in.fo at siga, at føroysku skipini longu hava fiskað út við helmingin av kvotuni - ella 1.612 tons tilsamans.
Av hesum hava trolararnir, Brestir, Sjagaklettur, Vesturleiki og Phoenix, fiskað 1.184 tons, meðan línuskipini, Váðasteinur, Kambur og Klakkur, hava fiskað 428 tons.
Í fjør royndist fjarskotnað leiðin har vesturi vánalig hjá trolarunum og flestu, sum vóru har yviri, gjørdu bummtúr. Hinvegin fingu øll línuskipini, sum fiskaðu á Flemish Kap í fjør, nógvan fisk.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fegnast um, at tað hevur gingið betri hjá trolarunum higartil í ár, og hann fegnast eisini um, at línuskipini aftur í ár hava fingið nógvan fisk.
- Kvotan á Flemish Kap er felagskvota og fiskað verður, til kvotan er uppi. Umhugsað varð, um skott skuldi setast í, soleiðis at línuskipini áttu sín part og trolararnir sín, men hetta valdu vit í fyrstu syfti ikki at gera.
Landsstýrismaðurin vísir á, at enn er helmingurin av kvotuni eftir, og tað vísti seg í fjør, at fiskiskapurin hjá trolarunum ikki helt sær, tá tað leið út.
- Nú skulu vit sjálvandi vóna, at fiskiskapurin fer at halda sær, bæði hjá trolarum og línuskipum, men óhugsandi er ikki, at tað verður línuveiðan, sum fer at roynast, tá tað líður út á várið.
Jacob Vestergaard sigur, at um tað í ár fer at vísa seg, at ov lítið verður til línuskipini, tá saman um kemur, er ikki óhugsandi, at neyðugt verður at seta skott í, soleiðis at kvotan á Flemish Kap verður lutað millum línu og trol.
- Men, enn er ov tíðliga at siga nakað um hetta. Lat okkum nú síggja, hvussu árið fer at roynast, og hvussu fiskiskapurin hjá ávikavist línuskipum og trolarum fer at vignast.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fegnast um, at fleiri skip, sum fiska á Flemish Kap í ár, frysta veiðina umborð, tí tað eigur avgjørt at vera ein fyrimunur, tá siglingarleiðin er so long.
Onkur av trolarunum, sum eru á Flemish Kap, hava verið inni og landað, og onkur hevur verið inni og bunkrað.
- Kanadiskar havnir hava í nógv ár verið stongdar fyri føroyskum skipum orsakað av trætuni um Grand Bank (øki 3 L), men Saint Pierre, har skipini hava verið inni, er fronsk oyggj og er ikki fevnd av stongslinum, sigur Jacob Vestergaard.