Kanska verður onkur útróðrardagur

- Útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Í løtuni eru fimm ísfiskalínuskip undir Føroyum, og væntandi koma eitt ella tvey av hesum inn at landa mánadagin, og hini koma helst seinni í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey frystilínuskip eisini fiska undir Føroyum í løtuni.

 

- Streymurin fer at harðna, og veðrið verður ikki av tí besta. Kanska verður onkur útróðrardagur í næstu viku kortini, siga tey á fiskamarknaðinum.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap.