Forsætisráðharrin í Ný Sælandi, John Key, sigur nú, at jarðskjálvtin í Christchurch er kanska tann ringasta vanlukkan í landsins søgu. Higartil er talið á deyðum komið upp í 145, men framvegis eru onnur 200, sum ikki eru komin afturíaftur síðani skjálvtan.
John Key, sum hevur verið og vitjað avvarandi hjá fleiri av teimum, sum doyðu í skjálvtanum, segði í dag, at vanlukkan í Christchurch er uttan iva verri enn jarðskjálvtin í 1931, sum kostaði 256 mannalív.
-Vit mugu ásanna, at vónirnar um at finna fleiri aftur á lívi eru smáar, segði forsætisráðharrin. Bjargingarliðini siga, at tey seinastu trý samdøgrini hava tey ikki hoyrt nakað lívstekin í teimum niðurrapaðu húsunum.
Myndugleikarnir í Christchurch siga, at umleið ein triðingur av miðbýnum varð lagdur í oyði í jarðskjálvtanum, sum eisini gjørdi stóran skaða aðrastaðni í býnum.