Kanska neyðugt við tveimum fólkaatkvøðum um fullveldið

?Stór undirtøka ímillum fólkið er ein fortreyt fyri, at fullveldisætlanin skal eydnast, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður

? Tað er alneyðugt, at fólkið kennur seg trygt.

? Og ein fortreyt fyri, at fullveldisætlanin skal eydnast, er, at hon fær stóra undirtøku í fólkinum.

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður fyri sjálvstýrisflokkin.

Hon hevði hetta á orðið, tá ólavsøkurøðan hjá løgmanni var til viðgerðar í løgtinginum.

Hon sigur m.a. at meginreglan hjá samgonguni er, at vit gera eitt miðvíst upplýsandi arbeiði.

Tí tann endaliga støðutakanin hjá fólkinum skal byggja á fult innlit um allar avleiðingarnar av fullveldinum, men ikki minst- um allar møguleikarnar.

?Nú, vit eru komin so langt, at politiskar fyrireikingar verða gjørdar fyri at tryggja grundarlagið undir einum sjálvstøðugum og sjálvberandi Føroyum.

? Og í hesu støðu er tað neyðugt, at fólkið hevur fult álit á tí førda politikkinum.

?Hetta er fyrst og fremst ábyrgdin hjá samgonguni. ? Tí hevur tað alstóran týdning, at samgongan sum skjótast boðar frá, hvussu íløgurnar skulu raðfestast og, hvussu hon kann tryggja, at tann føroyski búskapurin, innan eitt styttri áramál, verður førur fyri at geva eitt størri avkast- og, hvussu vit tryggja, at tær vinnuligu inntøkurnar til landið økjast.

?Øktar inntøkur til landið er ein fortreyt fyri, at vit megna at menna og byggja út eitt vælferðarsamfelag fyri allar føroyingar.

? Tí júst hendan útbyggingin hevur staðið ístað í nøkur ár nú.

Hon heldur tí, at vit hesuferð eiga at leggja okkum í geyma tær ávaringar, sum vit fáa frá búskaparligum serfrøðingum um, at búskapurin er við at verða ov heitur og at íløgupolitikkurin er óheppin.


Kanska tvær fólkaatkvøður

Helena Dam á Neystabø heldur, at ov nógv orka verður brúkt uppá at ræða føroyingar frá ætlanini um at Føroyar skulu gerast eitt land við fullveldi.

? Tað verður nógv orka brúkt uppá at minka álit føroyinga á egna megi og á egnan sjálvavgerðarrætt.

Helena Dam á Neystabø

sigur, at samgongan fær ikki at sleppa høvuðsmálinum úr eygsjón.

? Vit kunnu siga tað soleiðis, at sama, hvussu ríkisrættarliga støða føroyinga verður, er tað neyðugt, at vit bera okkum at sum ein tjóð við sjálvbjargni, bæði búskaparliga, mentanarliga.

? Og ikki minst er tað neyðugt, at vit býta inntøkurnar í landinum soleiðis, at vit kunnu kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, har ið allir borgarar kunnu kenna seg tryggar.

Helena Dam á Neystabø nevndi, at eisini í sambandi við fólkaatkvøðuna um fullveldi, er tað alneyðugt, at fólk kenna seg trygg.

? Orðaskifti hevur verið um, hvussu stórur meiriluti skal vera fyri, at nýggi sáttmálin um ríkisrættarligu skal fáa gildi.

?Onkur hevur sagt, at ein tepur meiriluti er ikki nóg mikið fyri at tryggja politiskan stabilitet í framtíðini.

Helena Dam á Neystabø sigur, at nú er tað sjálvandi so, at ein meirluti er ein meiriluti. Og verður meirilutin greiður, er onki at ivast í.

? Men er tað soleiðis, at ein meiriluti verður tepur, eiga vit at at brúka tað sum eina ábending um, at leiðin er røtt.

? Og so mugu vit halda fram við arbeiðnum at prógva, at Føroyar kunnu gerast búskaparliga sjálvbjargnar.

? Og so mugu vit eisini prógva, at at vit megna at byggja út og at menna samstarvið við Danmark, einsvæl og við onnur lond.

?Hesum arbeiðnum kunnu vit so geva eina royndartíð uppá kanska fýra ár.

? Og tá kann so tann endaliga fólkaatkvøðan um fullveldið verða hildin.

? Tí stór undirtøka ímillum fólkið er ein fortreyt fyri, at fullveldisætlanin skal eydnast, sigur Helena Dam á Neystabø.