Kanska leitar Game of Thrones eftir tær

Framleiðararnir av Game of Thrones leita í løtuni eftir nýggjum sjónleikarum til áttandu og seinastu sesong av sjónvarpsrøðini, og brúk er fyri bæði kvinnu og monnum við norðurlendskari útsjónd, sum tað verður sagt.

Fjepparasíðan Watchers on the Wall hevur fingið innlit í, hvørjir sjónleikarar mangla til nýggju sesongina, og onkrir leiklutir eru, sum føroyingar kundu bjóða seg fram til.

Leitað verður eftir einari kvinnu í aldrinum 18-25 ár, sum hevur sjálvsálit, áræði og er dámlig. Hon skal spæla ein eiggilig norðurlendsk kvinna, sum verður við í einari av mest týðandi upptøkunum.

Framleiðararnir leita eisini eftir tveimum norðurlendskum monnum. Annar skal var millum 18 og 25 ár og skal spæla vaktarmaður. Hin skal vera millum 25 og 35 ára gamal og skal spæla ein heiðurligur bóndi.

So tað kann vera, at onkur føroyingur kundu leitað sær til upptøkuroynd og bjóða seg fram.

Sambært Business Insider verður áttanda sesong av Game of Thrones tann seinasta, og ætlanin er, at hon verður frumsýnd seint í 2018 ella tíðliga í 2019.