Kanska ikki fyri rættin fyrr enn um tvey ár

Sálarstøðan hjá Elisabeth Fritzl og børnum hennara ger, at tað kunnu ganga tvey ár, áðrenn málið ímóti pápa teirra kemur fyri rættin

Eysturríkska løgreglan fer væntandi at ákæra Josef Fritzl fyri morð, tí hann fór ikki til laknan við sinum sjúkum, nýføddum barni, sum doyði nakrar dagar seinni. Hann verður væntandi eisini ákærdur fyri at hava stongt dóttir sína inni og fyri at hava fingið sjey børn við henni.

 

Men málið er sera umfatandi og torgreitt. Blaðið Österreich skrivar, at enn hevur løgreglan ikki avhoyrt Elisabeth Fritzl, mammu hennara og børnini, tí tey eru so illa fyri sálarliga, at tað verður ikki hildið ráðiligt at avhoyra tey. Franz Polzer, sum er ovasti fyri kriminalløgregluni, sigur við blaðið, at ákæruvaldið fer ikki at leggja trýst á tey, og at málið heldur má bíða.

 

Tí fara kanningarnar í málinum at taka óvanliga drúgva tíð, og tað kann sambært keldum hjá blaðnum hava við sær, at málið ímóti Josef Fritzl kemur ikki fyri rættin fyrr enn um tvey ár.

 

Tann 73 ára gamli Josef Fritzl skal í rættin í morgin, tí løgreglan vil hava hann at verða verandi í varðhaldinum.