Kanska fáa vit slett ikki bast koronu

Tummas í Garði, sum er limur í koppsetingarbólkinum, sigur, at tað ræður um at koppseta so nógv fólk, sum tilber

Tað hevur verið sagt, at fyri at basa smittuni, skulu upp ímóti 90 prosent av fólkinum verða koppsett og ætlanin hevur verið at røkka tí málinum síðst í hesum mánaðinum. Men hesa seinastu tíðina er nakað av ferðini farin av, tí tað verða ikki so nógv koppsett longur, sum ta fyrstu tíðina.

 

Men Tummas í Garði, sum er limur í koppsetingarbólkinum, vísir á, at fyri nøkrum døgum síðani boðaði Statens Serumistitut frá, at tað er endamálsleyst at tosa um, at koppseta so stóran part av fólkinum, at smittan verður bast, tí tað fer ikki at eydnast.

 

Skal tað eydnast, skal koppingarevnið verja tey koppsettu 100 prosent ímóti øllum variantum av koronu, men tað ger tað ikki. Harumframt skulu vit koppseta 100 prosent av fólkinum, og tað er eisini veruleikafjart.

 

Í løtuni er aldursmarkið 12 ár fyri at verða koppsett, men hendan dagin helt stjórin í danska heilsustýrinum, Søren Brostrøm, at tað slepst ikki undan at viðgera spurningin um eisini at koppseta børnini, sum eru yngri enn 12 ár. Og hann sigur við Børsen, at tað er als ikki óhugsandi, at næsta tilmælið verður, at eisini børn undir 12 ár verða koppsett.

 

Men nú tað serliga er Delta varianturin, sum smittar sera illa, ið ger um seg, er niðurstøðan hjá Statens Seruminstitut, at hóast rættiliga stórur partur av fólkinum letur seg koppseta, slepst ikki undan at vit knappliga fara at fáa útbrot, har smittan brádliga fer at breiða seg aftur.

 

Í statens seruminstitut stúra tey serliga fyri, hvussu tað fer at ganga, nú summarferian er av og børnini fara aftur í skúla og barnagarðar. Stúrt verður fyri, at tað fer at fáa smittuna at breiða seg – og at børnini so aftur fara at smitta ommur og abbar, og onnur í familjuni, sum kanska ikki eru koppsett, ella sum ikki eru 100 prosent vard av koppingarevninum.

 

Tað, sum er mest avgerðandi fyri, hvussu gongdin verður, er, hvussu væl koppingarevnið verjir fyri koronu, og, hvussu leingi koppingarevnið virkar. Tað  vita vit ikki og tí er tað heldur ikki óhugsandi, at fólk eisini skulu hava ta triðju sproytuna fyri at vera væl vard. Tað er framvegis eitt staðiligt tilmæli, at fólk lata seg koppseta, tí summi verða rættiliga sjúk, eisini børn og ung - og enn vita vit ikki, hvørji langtíðarárinini av koronu er.

 

Tummas í Garði sigur, at endamálið er framvegis at fáa so nóg koppsett, sum gjørligt. Men hann er nøgdur við, at yvir 90 prosent av teimum eldru yvir 65 ár, eru koppsett og verður eisini hugt eftir aldursbólkinum frá 45 til 64 ár, eru eisini um 90 prosent, sum hava fingið ta fyrru sproytuna – og sostatt er væntandi, at tey eisini eru sinnað at fáa ta seinni.

 

Men í teimum aldursbólkunum, sum liggja undir tað, eru tað munandi færri, sum eru koppsett, serliga í aldursbólkinum 25 til 44 ár. Tummas í Garði dugir ikki at siga, hví hetta er so, men hann heldur, at ein orsøk kann vera, at í stóran mun eru tær kvinnur, sum eru við barn, ella sum geva bróst, í hesum aldursbólkinum.

 

Hann sigur, at tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at fólk ikki verða koppsett, tað kann vera tí tey ikki fáa upp í lag, tað kann vera tí at tað er ov langt á koppingarstaðið og tað kann eisini vera tí at tey ikki vilja vera koppsett.

 

– Vit eru í eini tilgongd at koppseta fólk, og vi fylgja við, men fyribils hava vit ikki tikið støðu til at taka serlig stig fyri at fáa fleiri koppsett. Tað snýr seg um at fá so nógv fólk koppsett, sum til ber, tí tað er góð verka í tí. Ólavsøkan er eitt dømi um, at tað ger mun, tí hóast fólk vóru sum sild í tunnu, hevur smittan ikki breitt seg síðani, sigur Tummas í Garði.