Kanska er neyðugt at pløga botnin

- Tað hevur ikki hildið, sum fiskifrøðingar hava sagt um friðingar. Føroya Banki er besta dømi um hetta, heldur Hans Joensen, Hans í Líðini, róptur.

Hans Joensen, Hans í Líðini, róptur, sum eigur nógv ár á sjónum og sum í fleiri ár hevur framleitt trollemmar í Vági, hevur á sínari Facebook-síðu í dag gjørt viðmerkingar til ymiskt av tí, sum Petur Steingrund, fiskifrøðingur, hevur sagt við kringvarpið, nú ráðstevna um fiskivinnu hevur verið í Norðurlandahúsinum í dag.

 

- Petur Steingrund er altíð siðiligur og greiður í síni talu og tí lættur at skilja, men hann segði týðiliga, at fiskastovnarnir veksa best, um vit geva teimum frið. Men, hetta skilji eg ikki heilt. Tí, í 2008 varð sagt, at um vit friðaðu Føroya Banka fyri øllum fiskiskapi í eini 2-3 ár, skuldu vit nokk síggja, hvussu skjótt toskurin fór at koma fyri seg aftur. 

 

Men, soleiðis er bara ikki, staðfestir Hans í Líðini avgjørdur.

 

- Nú eru átta ár síðan og soleiðis, sum eg havi fylgt við, hevur ongantíð minni verið til av toski á Føroya Banka. Eg veit ikki hví, men eg havi í hvussu er mína teori. Kunnu vit, sum fylgja væl við, fáa eina 100 prosent greiða frágreiðing um, hví so er?

 

Hans í Líðini vísir á, at Føroya Banki var eisini stongdur fyri allari troling árini 1977-1980. Tað var eingin toskur har, tá trolararnir komu út aftur hagar. Men, tá trolararnir høvdu fiskað har í tríggjar mánaðir á rað, var rokfiskiskapur av toski har.

 

- Eg fari tí at loyva mær at spyrja, um nakar samanhangur kann vera í hesum, nú Føroya Banki hevur verið friðaður fyri troli í 30 ár?

 

Tankarnir hjá Hans í Líðini leita eisini yvir til Flemish Kap, tá leiðin varð stongd fyri allari troling, og bert línuskipini fingu loyvi at fiska har. Men, tað gekk bert ein stutt tíð, so máttu línuskipini gevast, tí har var eingin toskur meira.

 

- Í 1992 funnu menn stórar nøgdir at rækjum á Flemish Kap, og tá rækjutrolararnir vóru flestir á leiðini, vóru teir kanska einir 80-100 í tali. Trolararnir brúktu tó rist, so allur fiskur slapp út aftur. Men, driftin við botntrolarum var øðilig í eini 12-14 ár.

 

Hann vísir á, at tá royndir vórðu gjørdar eftir toski, funnu menn út av, at toskastovnurin nú var í stórari menning, meðan øll henda rækjuveiðan fór fram - altso, meðan hesin stóri trolaraflotin lá har.

 

Hans í Líðini vísir á, at tað bleiv so nógvur toskur á Flemish Kap, at toskurin át rækjurnar, og so góvust rækjutrolararnir har.

 

- Kann nakar siga mær, hvussu tað bar til, at toskurin á Flemish Kap kundi nørast so øgiligt, meðan ein rúgva av botntrolarum fiskaðu har í eini 12-14 ár? Kann tað møguliga vera so, at trolararnir hava pløgt botnin, eins og ein veltur burtur úr nýggjum? spyr hann.