Í einum máli, sum tók seg upp við útsøgnunum hjá einum tingmanni til Vágaportalin, og beinanvegin fóru víðari til Íslands og aðrastaðni út í heim við, valdi undirritaði at geva eitt skjótt og greitt aftursvar.
Tað málið snýr seg eftir mínum tykki als ikki um, hvørt fólk hava loyvi at siga sína meining ella at velja hvørjar veitslur, tey fara til. Tann rættin eiga øll.
Málið snýr seg hinvegin um, hvørt fólk – og ikki minst gestir í almennum umboði fyri heila tjóð – verða alment hartað, sett í bás og vald frá fyri, hvussu tey eru fødd inn í henda heim, sína persónligu lívsførslu, virðir og kærleikslív. Sum er ein mannarættur, so leingi tú ikki gert teg inn á onnur.
At slíkt verður gjørt – og ikki minst tá politikarar í almennum størvum gera tað – vil eg beinanvegin mótmæla og taka frástøðu frá til eina og hvørja tíð.
Vit mugu halda okkum til sakina. Tað er einfaldi grundsetningurin til fólkaræði og fólkaræðisligt orðaskifti.
Men beinanvegin verður roynt at venda málinum á høvdið. Knappliga verða heil og hálv ósannindi slongd út, ið kunnu flyta fokus. M.a. verður undirritaði alment lagdur undir at vera “súrur” og hava sent avboð til almennan døgurða við danska uttanríkisráðharran, Lene Espersen, tí hon er dani og ikki íslendingur (!). Og soleiðis spjaða skeivir upplýsingar og persónsálop seg í kjaki millum fólk.
Til hetta er bert at siga:
1. Havi ikki sent avboð til nakran almennan døgurða við Lene Espersen.
2. Havi fleiri ferðir verið til almennar døgurðar og onnur almenn tiltøk saman við Lene Espersen.
3. Var á fundi við Lene Espersen, tá hon vitjaði í Føroyum.
4. Var ikki til ein morgunmat, ið Ríkisumboðsmaðurin bjóðaði til, meðan Lene Espersen vitjaði, av givnum orsøkum.
5. Havi ikki funnist at persónligu lívstreytunum og lísvalunum, hvørki hjá Lene Espersen ella nøkrum øðrum, og kundi ikki droymt um at blanda tað uppí politikk.
Karsten Hansen og Norðlýsið
Fyrrverandi floksfelagi mín, Karsten Hansen, er á Norðlýsinum endurgivin fyri at siga, at Tjóðveldi og undirritaði skulu hava góðtikið sjónarmið Miðfloksins, tá CHE-samgongan varð skipað, og tí undrar hann seg yvir mína støðu nú.
Nú er Karsten Hansen endurgivin og tískil er helst ein misskiljing komin í.
Norðlýsið kundi sjálvsagt gjørt tað einfalda, at kannað keldurnar, tá onnur leggja øðrum orð og gerðir í munnin. Tað er fremsta treytin í journalistikki. Og tá hevði skjótt kunnað verðið staðfest (og hetta kunnu øll, sum vóru við til samgongusamráðingar úr Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum vátta):
At hvørki Tjóðveldi ella Javnaðarflokkurin tóku undir við sjónarmiðum Miðfloksins um persónligt frælsi og mannarættindi undir samgongusamráðingunum.
At Miðflokkurin fór í samgongu við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, merkir sjálvandi heldur ikki, at teir harvið tóku undir við okkara sjónarmiðum á hesum økjum (tað kundu vit jú sjálvsagt tað sama slongt út).
Ongin avtala varð tí sjálvandi gjørd um hesi mál, hóast Miðflokkurin eitt nú vildi hava herðingar í fosturtøkulógini í samgonguavtaluna.
At CHE-samgongan tí ikki kundi leggja fram lógir á hesum øki sum samgongumál, varð ásannað – og tað er onki øðrvísi enn í ABC-samgonguni ella nakrari aðrari samgongusamanseting, sum tingið er samansett í løtuni.
At tingfólk og flokkar standa frælsir í slíkum málum.
So kunnu fólk finnast at tí. Men eitt vet av sannføri, hevði gjørt alstóran mun í orðaskiftinum. Tá høvdu vit kunnað viðgjørt tær veruligu ósemjurnar og avleiðingarnar.