Tað var kanska ein mina frá Koreakrígnum, sum søkti tað suðurkoreanska herskipið, sum fór til botns nærhendis sjómarkinum millum Suðurkorea og Norðurkorea seinasta fríggjadag.
Tað sigur suðurkoreanska verjumálaráðið, sum tó leggur afturat, at eitt brek við onkrum av vápnunum umborð kann eisini hava elvt til spreinging og søkt skipið.
Verjumálaráðið heldur hinvegin ikki, at Norðurkorea hevði nakað við tilburðin at gera, men tann møguleikin verður kortini ikki útilokaður.
104 mans vóru við skipinum, og 46 teirra eru ikki komnir afturíaftur.