Kanska 200.000 deyð

Í gjár ljóðaði, at jarðskjálvtin í Haiti hevði kravt umleið 50.000 mannalív, men ein haitiskur ráðharri segði í nátt, at talið kann koma upp ímóti 200.000, tá saman um kemur. Paul Antoine Bien-Aime, innanríkisráðharri, segði, at higartil eru umleið 50.000 lík tikin upp, men at jarðskjálvtin helst hevur kravt millum 100.000 og 200.000 mannalív. Ráðharrin legði afturat, at tað verður helst torført at fáa tað neyva talið.

Fyrr hava myndugleikarnir sagt, at skjálvtin hevði kravt umleið 50.000 mannalív. Tað sama metti Reyði Krossur fyrr í vikuni.