Kanoute bestur í Afrika

Álopsspælarin Frederic Kanouté var fríggjakvøldið kosin til besta afrikanska spælaran farna árið

Langi og vandamikli Kaonuté er føddur í Fraklandi, men hevur ættarbond til Mali, har hann eisini umboðar landsliðið. Kanouté spælir fyri spanska felagið Sevilla, og har hevur hann staðið seg sera væl. Kanouté vann frammanfyri Didier Drogba og Michael Essien.