Fredi Kanoute er álopsspælari, sum er ættaður úr Mali. Hann hevur millum annað spælt fyri ensku feløgini West Ham og Tottenham, men hevur nú roynt seg í Sevilla, har tað hevur gingist honum sera væl. Nú eru ensk feløg aftur áhugað í honum, og millum tey, sum sigast vilja keypa hann, er Newcastle. Í Newcastle fyrireika tey seg til, at Michael Owen fer at skifta til annað felag, og Kanoute kundi verið eitt uppskot sum avloysari.