Tvey av donsku verjuskipunum, sum virka kring Føroyar og Grønland, kunnu ikki brúka kanónirnar. Og tað hava tey ikki kunnað gjørt í 15 ár.
Tað vísa skjøl, sum Danmarks Radio hevur fingið innlit í.
Ein avgerandi vápnaskipan er ongantíð sett í tvey av skipunum av Knud Rasmussen-slagnum, og tí ber ikki til at brúka kanónirnar.
Trý verjuskip eru av hesum slagi, og tey hava eina 76 millimetrar M/85 kanón á fordekkinum, men á tveimum av skipunum hava kanónirnar í 15 ár bert verið til pynt. Vápnaskipanin ger, at kanónirnar kunnu skjóta nevyt, og í grundini eru tær avgerandi fortreyt fyri, at tær kunnu brúkast. Sum nú er kunnu kanónirnar í besta føri skjóta ávaringarskot upp í luftina.
Verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen er ovfarin av upplýsingunum.
– Hetta kann ikki góðtakast, sigur hann við DR.
DR skrivar, at verjumálaráðharrin nú hevur biðið verjumálráðið um eina frágreiðing, sum skal vera liðug síðst í mánaðinum.
Næstu 10 árini skulu yvir 100 millardir krónur brúkast til at styrkja og dagføra donsku verjuna.











