Kanningin er villeiðandi

Kanningin, sum arbeiðarafeløgini hava latið gera uppundir sáttmálasamráðingarnar, er tendensiøs og villeiðandi, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Arbeiðsgevarafelagið sigur í tíðindaskrivi í dag, at tað er stak óhóskandi, at kanningin hjá arbeiðarafeløgunum um keypiorkuna er drigin upp í eitt politiskt kjak, meðan samráðingar á arbeiðsmarknaðinum fara fram.

Arbeiðsghevarafeløgið sigur eisini kanningina vera tendensiøsa og villeiðandi.

-Grundarlagið er tillagað, so tað hóskar til úrslitið, sum arbeiðarafeløgini hava bestilt. Eitt nú er tíðarskeiðið kanningin fevnir um bert trý ár, og Magni Laksáfoss staðfestir eisini, at hvørki eftirlønir ella útgjøld eftir fiskavirksiskipanini hjá ALS eru tikin við í kanningini. Vóru hesi gjøldini tikin við, var úrslitið eitt annað. Og fevndi kanningin yvir eitt tíggju ára skeið, so ávirkaði tað eisini úrslitið munandi, skrivar Arbeiðsgevarafelagið.

-Vit eru til samráðingar og viðgera viðurskiftini partanna millum við samráðingarborðið og fara ikki upp í eitt politiskt kjak, sigur Johan Páll Joensen, formaður í Føroya Abreiðsgevarafelag. Hann heldur tað annars verða áhugavert at greina viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, men tað má gerast eftir einum leisti, so allir partar kunnu hava álit á úrslitinum, sigur Jóhan Páll Joensen.