- Løgtingið bað kanningarleiðaran um at brúka tilfarið, ið longu finst í samband við aðrar kanningar av Eik Banka, og út frá tí taka støðu til, um ein gransking skal gerast av Eik Grunninnum. Tað arbeiðið er ikki gjørt, og tí játta vit ikki fleiri pengar til endamálið.
Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum tí ikki vil játta eina millión krónur til Skráseting Føroya, soleiðis at kanningin av Eik Grunninum kann gerast liðug.
Í uppskotinum til eykajáttanarlóg fyri apríl biður Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, um eina millión krónur afturat til Skráseting Føroya, soleiðis at arbeiðið at kanna Eik Grunnin kann gerast liðugt.
Men fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur sum kunnugt strikað umbønina.
- Vit játta ikki fleiri pengar, áðrenn tað, sum vit longu hava biðið um, er gjørt, sigur Bárður Nielsen avgjørdur.
Hoyr samrøðu við fíggjarnevndarformannin her: