Sambært veljarakanningum á valstøðunum er høgratjóðarflokkurin AfD settur at gerast størsti flokkur í týska statinum Thüringen á deilstatsvalinum í dag.
AfD stendur til at fáa 30,5 prosent av atkvøðunum. Konservativi flokkurin CDU stendur til at fáa 24,5 prosent av atkvøðunum.
Triðstørsti er nýggi flokkurin Bündnis Sahra Wagenknecht (BSW) við 16 prosentum av atkvøðunum.
Lokala deildin hjá AfD í Thüringen er av fregnartænastuni flokkað sum høgraekstremistisk.
Í dag er val bæði í Thüringen og Sachsen.
Í Sachsen stendur AfD til at gerast næststørstur eftir konservativa flokkin CDU við einum muni á 1,5 prosentstig. Sambært mátingunum stendur AfD á 30 prosentum í statinum.
Tað triðstørsta er BSW við 12 prosentum.
Javnaðarflokkurin SPD, har týski kanslarin Olaf Scholz er formaður, stendur til at fáa ávikavist 7 prosent av atkvøðunum í Thüringen og 8,5 prosent í Sachsen.
Tað skrivar týski miðilin Tagesschau.
Aðalskrivarin í CDU, Carsten Linnemann, sigur við Tagesschau í viðmerking til valstaðskanningina, at hann útilokar, at CDU fer í samgongu við AfD. Bæði í Sachsen og Thüringen.
Sambært Linnemann fer CDU at royna at skipa eina stjórn tvørtur um miðjuna.
Tino Chrupalla, sum er medformaður í AfD's á landsstigi, sær mátingarnar sum veljarans áheitanin um, at flokkurin skal luttaka í stjórnini í teimum báðum statunum.
- Tað er ynskið hjá veljarunum, at tað skal vera ein politikkbroyting í Sachsen og Thüringen, sigur Chrupalla við týsku sjónvarpsrásina ZDF.
Sambært mátingunum hevur triðstørsti flokkurin í báðum statunum, BSW, verið til í minni enn eitt ár og varð stovnaður av politikaranum Sahra Wagenknecht.
Frammanundan var hon topppolitikari fyri vinstraflokkin Die Linke. Hennara nýggi flokkur er eisini til vinstru, men eisini kritiskur mótvegis tilflyting og elitum.
Harumframt hevur hon verið sera kritisk móti pro-ukrainska týska uttanríkispolitikkinum.
/ritzau/