Kanning staðfestir: Minkmutatión kundi ávirka koppseting

Ein kanning hjá Statens Serum Institut í Danmark vísir, at smittað við cluster 5 høvdu lægri antistof-mótstøðu.

 

Nógv kjak hevur verið um avgerðina um at beina fyri øllum minkum í Danmark. Hetta var gjørt, tí minkar vórðu smittaðir við koronuvirusi (Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Óttast varð fyri, at minkmutatiónin cluster 5 kundi lækka virknið hjá koronukoppsetingarevni. Nú ger ein gransking greitt, at tann óttin var grundaður.

Statens Serums Institutt í Danmark hevur gjørt eina kanning av mutatiónini, sum var funnin í Danmark á heysti í 2020.

Niðurstøðan er, at samansetingin av teimum ymsu mutatiónunum hjá koronubrigdinum gav »en vis signifikant øget grad af antistof-resistens« hjá nøkrum teirra, sum høvdu verið smittað við koronuvirusi.

 

/ritzau/

 

 

Nógv kjak hevur verið um avgerðina um at beina fyri øllum minkum í Danmark. Hetta var gjørt, tí minkar vórðu smittaðir við koronuvirusi (Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)