Lars Løkke Rasmussen og Sjúrður Skaale: Hesir báðir kunnu fáa ávirkan á, hvør skal stjórna Danmark. Í feskari Voxmeterkanning kann Sjúrður Skaale gerast atkvøða nummar 90, sum tryggjar, at stjórnin hjá Mette Frederkisen ikki fellur.

Kanning: Sjúrður er nú tungan á vágskálini

Veljarakanning í Danmark vísir, at so tætt er millum bláa vong – saman við Moderatunum, og reyða vong, at atkvøðan hjá Sjúrði Skaale kann gerast avgerandi

 

Lars Løkke Rasmussen og Sjúrður Skaale: Hesir báðir kunnu fáa ávirkan á, hvør skal stjórna Danmark. Í feskari Voxmeterkanning kann Sjúrður Skaale gerast atkvøða nummar 90, sum tryggjar, at stjórnin hjá Mette Frederkisen ikki fellur.

Nýggi flokkurin, Moderatarnir, hjá Lars Løkke Rasmussen verður í nýggjari veljarakanning triðstørsti flokkurin í Danmark. Flokkurin hevur rættiliga fingið vind í seglini í veljarakanningum, síðani valið varð skrivað út fyri tveimum vikum síðani.

Í nýggju kanningin sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, stendur flokkurin til 9,2 prosent av atkvøðunum, um val var í morgin. Tað hevði givið flokkinum 17 tingsessir.

Fyri bara einum mánaði síðani lógu Moderatarnir undir sperrumarkinum við 1,8 prosentum av atkvøðunum. 

Tað ger flokkin til triðstørsta flokkinum í kanningini – bara Javnaðarflokkurin og Vinstri eru størri.

Hinvegin stendur Danski Fólkaflokkurin nú til at enda undir sperrumarkinum við 1,8 prosentum av atkvøðunum.

Flokkurin hevur í fleiri mánaðir verið sera nær sperrumarkinum upp á tvey prosent. Men tað er fyrstu ferð, at ein Voxmeterkanning sendir flokkin úr Fólkatinginum.

Fyri Moderatarnar er talan um ein óvissu upp á 1,8 prosentstig, og fyri Danska Fólkaflokkin er hon 0,8 prosentstig.

Kanningin er gjørd frá 16. oktober til 18. oktober og grundað á samrøður við 1008 persónar.

Kanningin vísir harumframt, at reyði vongur nú hevur munandi forspring við 87 sessum, meðan blái vongur stendur til 71 sessir.

Men hvørgin av vongunum megnar at telja upp í 90. Sjálvt við sessunum hjá Moderatunum kann blái vongur ikki telja upp í 90.

Tí verða tey tey fýra umboðini úr Føroyum og Grønlandi, sum sambært kanningini eru avgerandi.

Í Grønland er eingin ivi um, at tvey umboð av reyða veingi verða vald. Eingin borgarligur flokkurin í Grønlandi er nóg stórur at vinna sessirnar frá vinstrasinnaður IA og Siumut.

Í Føroyum hava allar kanningar víst greiðan sigur til Javnaðarflokkin. Tað hevði so merkt, at við tveimum reyðum úr Grønlandi og einum úr Føroyum, so kann stjórnin hjá Mette Frederiksen halda fram.

Moderatarnir hava enn ikki peikað á nakað forsætisráðharraevni. Løkke hevur sagt, at hann vil hava eina stjórn skipaða tvørtur um miðjuna við bæði bláum og reyðum flokkum.

Lars Løkke Rasmussen, sum tvær ferðir áður hevur verið forsætisráðharri, er seinastu dagarnar spurdur, um hann fer at royna eftir sessinum fyri triðju ferð.

Hann sigur seg ikki vera forsætisráðharraevni og sigur, at hann ikki hevur ætlanir um tað. Tó vísir hann ikki aftur og hevur eisini sagt, at hann fer at taka av, um hann boðið starvið.

Sambært kanningini frá Voxmeter er Inger Støjberg og nýggi flokkur hennara, Danmarksdemokratarnir, við at missa ferðina.

Frá at hava verið uppi á 11,2 prosentum fyrst í august stendur flokkurin nú til 7,4 prosent.

Eisini tey Konservativu tódna. Tá Søren Pape Poulsen 15. august boðaði frá, at hann var forsætisráðharraevni, stóð flokkurin til yvir 13 prosent og var á stødd við Vinstra.

Stutt eftir fekk flokkurin framgongd og var í einari kanning uppi á 16,5 prosentum av atkvøðunum.

Síðani hevur Søren Pape Poulsen havt fleiri skaðandi persónssøgur. Millum annað hevur tað víst seg, at nú fyrrverandi maður hansara hevur sagt ósannindi, sum konservativi formaðurin hevur sagt víðari alment.

Seinast hevur hann umborið at hava tosað niðrandi um Grønlands, eftir at hann eftir øllum at døma sum løgmálaráðharri hevur kallað Grønland fyri »Afrika á ísi«.

/ritzau/

 

 

Lars Løkke Rasmussen og Sjúrður Skaale: Hesir báðir kunnu fáa ávirkan á, hvør skal stjórna Danmark. Í feskari Voxmeterkanning kann Sjúrður Skaale gerast atkvøða nummar 90, sum tryggjar, at stjórnin hjá Mette Frederkisen ikki fellur.