Kanning: Reyður meiriluti í Danmark

Ein nýggj veljarakanning frá Voxmeter gevur reyða veingi í Fólkatinginum 56,9 prosent og bláa veingi 40,4 prosent.

Samanlagt stendur reyði vongurin í Fólkatinginum við Javnaðarflokkinum, Radikala Vinstra, SF, Eindarlistanum og Alternativinum til at fáa 54,8 prosent av atkvøðunum, sum svarar til 100 fólkatingssessir, meðan blái vongur við Vinstra, Danska Fólkaflokkinum, Liberalari Alliansu, Konservativa Fólkaflokkinum, Kristindemokratunum, Nye Borgerlige og Klaus Riskær Peders stendur til at fáa 42,6 prosent av atkvøðunum, sum svarar til 71 fólkatingssessir.

Stram Kurs hevur ikki peikað á eitt forsætisráðharraevni og verður tí hvørki roknaður sum partur av bláa ella reyða veingi. Alternativið er íroknað reyða veingi, sjálvt um flokkurin peikar á sín egna formann sum forsætirsráðharra. Flokkurin peikaði við seinasta val á forsætisráðharraevnið hjá reyða veingi.

Tølini eru vigað miðaltøl í Ritzau Index, meðan tølini í klombrum eru úrslitið av nýggju veljrakannignini frá Voxmeter fyri Ritzau, sum Ritzau Index júst er dagført við:

Javnaðarflokkurin: 27,5 prosent - 50 fólkatingssessir (28,5 prosent – 51 fólkatingssessir)

Radikala Vinstra: 7,2 prosent - 13 (8,0 prosent – 14 fólkatingssessir)

Sosialistiski Fólkaflokkur: 7,4 - 14 fólkatingssessir (7,4 prosent – 13 fólkatingssessir)

Eindarlistin: 9,6 prosent - 17 fólkatingssessir (10,2 prosent – 18 fólkatingssessir)

Alternativið: 3,2 prosent - 6 fólkatingssessir (2,8 prosent – 5 fólkatingssessir)

Reyði vongur tilsamans: 54,8 prosent - 100 fólkatingssessir (56,9 prosent – 101 fólkatingssessir)

Vinstri: 18,1 prosent - 33 fólkatingssessir (17,5 prosent – 31 fólkatingssessir)

Danski Fólkaflokkur: 12,1 prosent - 22 fólkatingssessir (11,0 prosent – 20 fólkatingssessir)

Liberal Alliansa: 3,8 prosent - 7 fólkatingssessir (3,7 prosent – 7 fólkatingssessir)

Konservativi Fólkaflokkur: 4,9 prosent - 9 fólkatingssessir (4,5 prosent – 8 fólkatingssessir)

Kristindemokratarnir: 1,3 prosent - 0 fólkatingssessir (1,5 prosent – 0 fólkatingssessir)

Nye Borgerlige: 2,0 prosent - 0 fólkatingssessir (2,1 prosent – 4 fólkatingssessir)

Klaus Riskær Pedersen: 0,4 prosent - 0 fólkatingssessir (0,1 prosent – 0 fólkatingssessir)

Blái vongur tilsamans: 42,6 prosent - 71 fólkatingssessir (40,4 prosent – 70 fólkatingssessir)

Stram Kurs: 2,3 prosent - 4 fólkatingssessir (2,5 prosent – 4 fólkatingssessir)

Mesta óvissan í kanningini er umleið +/- 2,8 prosentstig.

Veljarakanningin hjá Voxmeter er grundað á samrøðu gjørdar í tíðarskeiðnum 13.05 til 15.05 við 1012 javnt umboðandi persónar 18 ár og eldri.

Ritzau Index er vigað miðaltøl av seinastu 15 veljarakanningum. Jú nýggjari ein kanning er, jú tyngrið vigar hon í indexinum. Ein flokkur skal hava verið við í teimum seinastu 15 kanningum fyri at vera við í Ritzau Index. Til ta tíð verða bert tølini frá seinastu kanning víst.

/ritzau/