Tí so høvdu teir tríggir stjórnarflokkarnir bert fingið 15 tingsessir, og harvið harvið hevði samgongan fallið.
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn høvdu fingið 18 tingsessir.
Við 31,5 prosentum, so hevði Javnaðarflokkurin fingið 10 tingsessir og verið nógv størsti flokkur.
Borið saman við løgtingsvalið seinast, so hevði úrslitið verið hetta:
Fólkaflokkurin:
Hevði fingið stóra afturgongd og farið úr 24,5 niður í 16,5. Tað er ein afturgongd upp á 8 prosentstig, og tað hevði ført við sær, at flokkurin hevði mist tveir tingsessir og fingið 8.
Sambandsflokkurin:
Hevði stóra framgongd. Flokkurin fær í kanningini 23,7 prosent, sum er ein framgongd upp á 3,4 prosentstig, og tað hevði givið flokkinum ein tingsess afturat, sum so hevði farið úr 7 upp í 8 tingsessir.
Javnaðarflokkurin:
Hevði fingið sera stóra framgongd. Flokkurin hevði farið úr 22,2 prosentum upp í 31,5, sum er ein framgongd upp á 9,3 prosentstig. Tað hevði givið flokkinum 10 tingsessir, sum er tríggir fleiri, enn flokkurin fekk á seinasta løgtingsvali.
Tjóðveldi:
Flokkurin hevði havt eina lítla framgongd, farið úr 18,1 prosentum upp í 19,1 prosent. Tað hevði givið flokkinum sama tal av tingsessum, 6.
Framsókn:
Hevði havt eina lítla framgongd, farið úr 4,6 prosentum upp í 5,3 prosent, sum er ein framgongd upp á 0,7 prosentstig, og flokkurin hevði varðveitt báðar tingsessirnar.
Miðflokkurin:
Flokkurin hevði farið úr 5,4 prosentum niður í 3,9 prosent, sum er ein afturgongd upp á 1,5 prosent, og tað hevði kostað flokkinum annan tingsessin, so flokkurin hevði fingið ein tingsess.