Kanning: Fáir amerikanarar trúgva lygnum hjá Trump

Færri en tríggir av tíggju amerikanarum trúgva lygnum hjá Donald Trump, vísir kanning í The Washington Post.

 

Amerikanski forsetin hevur í fleiri mánaðir sagt, at amerikanski stálídnaðurin hevur ætlanir um at byggja minst seks nýggjar verksmiðjur í Amerika.

 

Upp undir miðvalið segði hann fleiri ferðir, at Demokratarnir høvdu undirskrivað eitt lógaruppskot, sum skuldi lata upp amerikanska markið.

 

Tað passar als ikki. Men nú vísir ein nýggj stór kanning, at fáir amerikanarar í veruleikanum trúgva tí, tá forsetin sigur ósatt.

 

Tað skrviar The Washington Post.

 

Færri enn tríggir av tíggju amerikanarum trúgva forsetanum, tá tað vísir seg at vera ósatt, vísir kanningin.

 

Heldur ikki millum republikanarar virka ósannindini sannførandi. Soleiðis trúgva færri enn tríggir út av tíggju amerikanarum ósannindunum hjá forsetanum.

 

Tað er fyrstu ferð, at The Washington Post ger slíka kanning.

 

Kanningin er grundað á 18 pástandir – ein sannur og ein falskur. Svarararnir fingu ikki at vita, hvør átti útsøgnirnar.

 

11 spurningar, sum skuldu máta trúnna upp á ósannindini hjá forsetanum, vóru blandað saman við fýra ósonnum útsøgnum frá demokratum og einari sannari útsøgn frá Donald Trump.

 

Kanningin vísir, at amerikanarar oftari trúgva ósannindum, tá tær koma frá Demokratum, enn tá tær koma frá forsetanum.

 

Kanningin vísir samstundis, at keldan er avgerandi fyri, hvørjum amerikanarar trúgva.

 

Millum fólk, sum halda konservativu sjónvarpsstøðina Fox News vera kelduna til kunning, trúgva 33 prosent lygnum hjá Trump.

 

Til samanberingar er tað bara galdandi fyri 21 prosent, sum ikki síggja Fox News.

 

Amerikanarar, sum halda CBB og MSNBC vera sína fyrstu keldu til politisk tíðindi, eru munandi meira avvísandi yvir fyri ósannindum hjá Trump.

 

Tey hava hinvegin nógv í størri mun lyndi til at trúgva ósannindum, tá tey koma frá demokratunum.

 

/ritzau/